Brimheim í uppskoti til fleiri GAFFA-virðislønir

Hon stendur á listanum yvir úrvald, sum kunnu blíva tilnevnd virðislønir.

Føroyska sangarinnan Brimheim er aftur í ár í uppskoti at fáa GAFFA-virðislønir.

 

– Takk fyri viðurkenningina, skrivar hon á Facebook, har hon eisini heitir á fólk um at atkvøða fyri sær, so hon sleppur víðari.

 

Til ber hjá fólki við brúkara at atkvøða, og út frá hesum atkvøðum verða tey endaligu tilnevndu funnin, og vinnararnir verða avdúkaðir til stóra GAFFA-kvøldið hin 2. mars.

 

Brimheim stendur á listanum yvir úrvald í hesum:

 

Årets danske udgivelse

 

Årets danske solist

 

Årets nye danske navn

 

Årets danske hit

 

Årets danske rockudgivelse

 

Årets danske sangskriver