Enn einaferð er tónleikarin og sangarin, ið gongur undir navninum Brimheim, á forsíðuni á danska tónleikatíðarritinum Gaffa. Hon hevur einaferð áður prýtt forsíðuna á fremsta danska tónleikatíðarritinum.
Sum navnið bendir á, so er hon av føroyskari ætt. Hon er í roynd og veru hálvur føroyingur.
Men í løtuni er hon um at gerast eitt av heilt stóru nøvnunum á hválvinum, har danskar tónleikastjørnur glampa. Og nú er hon høvuðsinnihald í papírsútgávuni av Gaffa.
Gaffa skrivar, at hon í løtuni kemur sum ein tsunami inn á danska tónleikalandslagið. Tónleikur hennara hevur undanvind, og bíðað verður við spenningi eftir fyrstu heildarútgávuni, ið kemur í næstum.
Gaffa tosar við hana um hetta at vilja skriva um eymastu síðurnar av lívinum.
Hon er dóttir Elin Brimheim Heinesen, sum mong kenna sum sangara og tónleikara.
Á facebook-vanga sínum skrivar Elin millum annað, at hon er stolt av dóttir síni.
- Kontroversiell hevur hon altíð verið sum tað sanna listafólkið hon er. Eg sum mamma hennara eri sera stolt av, at hon torir so væl at vera akkurát, sum hon er, skrivar Elin Brimheim Heinesen millum annað í eini longri viðmerking á facebook.
Helena Heinesen Rebensdorff, ella BRIMHEIM, sum vit eftir hondini betri kenna hana, kemur til Føroya at hava konsertir í februar og hon verður eisini á Voxbotn 2022.
BRIMHEIM hevur tvær konsertir í Føroyum í februar við tónleikabólki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 4. februar og í Norðurlandahúsinum 5. Februar 2022.
##med2##