Bretskir miðlar: Camilla oyðilagt Forbrydelsen

Camilla, hertugafrúan av Cornwall, og hennara kærleiki fyri Forbrydelsen er ein ræðuleiki fyri sendingina, halda fleiri bretskir miðlar.

 

Stóra sendingin hjá DR, sum á enskum eitur The Killing, er nú minkað í virði. Tað halda tveir bretskir kritikarar, sum skriva fyri The Guardian og The Telegraph. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at Camilla av Cornwall og krúnprinsessa Mary í dag vitjaðu á staðnum, har sendingin verður upptikið. Hertugafrúan fekk eisini eina Guðrun&Guðrun troyggju handaða.

 

Kritikkurin ljóðar, at Camilla av Cornwall hevur oyðilagt tað serliga, sum sendingin hevði at bjóða, við at tveita sín konservativa og turra kærleika á sendingina, sum hevur fingið kultstatus í Bretlandi.

 

- Fram til í dag hevur sendingin The Killing verið ein av bestu sendingunum í sjónvarpinum. Hon er myrk, ógvuslig og eitt sindur “underground”, skrivar Guy Stagg frá The Telegraph.

 

Hann heldur, at tað er einki minni enn ein vanlukka, at hertugafrúan hevur kunngjørt, at hon og Prinsurin av Wales eru fjepparar av sendingini. Sambært honum er sendingin ikki longur kul, umframt, at hertugafrúan heilt vist einans hevur nýtt hetta høvið til sjálv at fáa miðlaumrøðu.

 

Eisini Stuart Heritage hjá The Guardian heldur, at sendingin hevur mist nakað serligt, nú hertugafrúan hevur víst sín kærleika fyri sendingini.

 

- Tað er sera trupult at verða fjeppari av The Killing. Síðsta ár var sendingin nakað heilt serligt, og komst tú fram á hana, so føldi tú, at tú vart partur av einum lítlum, serligum bólki av menniskjum. Tað virkar sum hundrað ár síðani, nú

Camilla av Cornwall hevur fingið eina “íslendska” troyggju, sigur hann.

 

Troyggjan, sum Camilla av Cornwall hevur fingið í dag, verður javnan umrødd sum íslendsk. Tað kann helst tykjast sum, at vit føroyingar eru tey einastu sum vita, at troyggjan er framleidd av Guðrun&Guðrun, og tí serføroysk.