Bretar vilja hava leysari tilknýti til ES

Nógvir bretar eru framvegis ikki heilt sannførdir um, at limaskapurin í Evropasamveldinum er til landsins besta. Í hvussu er vísir ein nýggj meiningakanning, at 60 prosent av veljarunum vilja hava fólkaatkvøðu um landsins tilknýti til ES.

Hetta stendur at lesa á tíðindatænastuni Eurobserver.com, har tað eisini verður upplýst, at tað er bretski kanningarstovnurin YouGov, sum hevur gjørt meiningakanningina.

Eitt útgreinað úrslit av kanningini vísir, at 20 prosent av teimum spurdu vilja hava Bretland úr ES, meðan 40 prosent vilja hava eitt leysari tilknýti til samveldið. 13 prosent siga hinvegin, at tey eru nøgd við verandi limaskap, og 14 prosent vilja hava enn Bretland knýtt enn tættari hinum partinum av ES.