Brandur Jacobsen stillar ikki upp aftur á sama lista

Brandur Jacobsen, býráðslimur í Eysturkommunu, hevur ikki tikið endaliga støðu til uppstilling, men um so verður, so hevur hann avgjørt, at tað verður ikki á sama lista sum seinast.

 

- Eg kann ikki siga um eg stilli upp. Tað er ov tíðliga til tað. Eg kann tó siga, at um so er, at eg stilli upp, so verður tað ikki á sama lista, sigur Brandur Jacobsen.

 

Brandur Jacobsen var valdur inn á tjóðveldislistanum, lista E, seinasta val. Hann var triðvaldur í Eysturkommunu við 93 atkvøðum.

 

Tað vórðu fimm listar seinasta kommunuval í Eysturkommunu. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn høvdu hvør sín lista.

 

Herfyri segði Hanna Jensen seg eisini umhugsa, hvørt hon stillaði upp ella ikki. Hon er innvald í býráðið í Eysturkommunu fyri Framsókn. Hon fekk 58 atkvøður seinasta val.