Brandur fekk javnleik móti Galatasaray

Skálvíkingurin, Brandur Hendriksson Olsen, spældi allan dystin móti Galatasaray í dag

Danska stórfelagið, FC Keypmannahavn, hevur í kvøld spælt 2-2 móti turkiska Galatasaray í UEFA Youth League, sum er ein Champions League kapping fyru U19 lið.

 

Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, spældi allan dystin og átti lut í einum av málinum. Hóast donsku frásøgumenninir á TV3 høvdu meir enn ilt við at rós Brandi, so setti hann teir upp á pláss, tá hann sendi eitt frálík hornaspark innfyri, har FCK síðani fekk mál.

 

Tað vóru annars gestirnir úr Turkalandi, sum komu á odda tíðliga í dystinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði FCK. Í seinna hálvleiki kom FCK á odda, eftir hornaspark, sum Brandur tók. Galatasaray javnaði nakað fyri tíð, til endaliga úrslitið 2-2.

 

Vøllurin á Østerbro leikvøllinum var vánaligur. Bleytur, vátur og óslættur. Hetta gjørdi tað torført hjá Brandi og teimum á miðvøllinum at fá nakað spæl at rigga. Brandur spældi allan dystin.

 

Komndi dysturin hjá FCK er móti Juventus, áðrenn Real Madrid kemur á vitjan.

 

UEFA Youth League:

 

Bólkur B:

FCK – Galatasaray 2-2

Juventus – Real Madrid 0-2

 

Støðan:

1.     Real Madrid 8

2.     FCK 6

3.     Juventus 4

4.     Galatasaray 1