Bráðkunning: Farið ikki út við bili í Havn

Løgreglan og tilbúgvingin hjá Tórshavnar kommunu, heita staðiliga á fólk um ikki at koyra bil næstu tímarnar. Nærri kunning kemur seinni.

Koyrilíkindini eru sera vánalig. Tað er sera ringt sýni, og nógvir bilar standa fastir.

 

Tað er av al stórum týdningi, at fólk virða boðini so at tilbúgvingin, so sum sjúkrabilar, bjargingarbilar, løgregla og kavarudding kunnu koma fram, har tørvur er á tí.

 

Hettar kann hava við sær, at fólk sum tørva hjálp til bilar, ið eru koyrdir fastir, ikki kunnu vænta at fáa hjálp í bræði.

 

Tórshavnar kommuna & Føroya Politi.