Tá 49 ára gamla Annika Sølvará var lesandi í Danmark í nítiárunum, bleiv hon limur í felagsskapinum Amnesty International. Tað varð ein avgerð, ið meir ella minni hevur myndað lív hennara síðani tá.
Hon kom heim aftur úr Danmark í 1996, har hon hevði verið í lestrarørindum. Hon byrjaði sum nevndarlimur í Amnesty International Føroyar í 1999, og varð forkvinna í felagsskapinum frá 2001 til 2006, tá hon fór út nevndini. Síðani hevur hon sitið í ymiskum arbeiðsbólkum og verið virkin limur í felagsskapinum.
Les eisini: Í morgin birta ljósini í glugganum vón
Annika Sølvará greiðir frá, at tíðin sum forkvinna og virkin limur í Amnesty hevur verið hendingarrík, og gjøgnum virksemi hevur hon møtt nógvum ymiskum fólki, ið hava fingið hjálp frá Amnesty. Millum annað hava samvitskufangar verið við á fundum og sagt sína søgu. Amnesty velur ymiskar sakir, ið eru hóskandi dømi um brotin mannarættindi í ymiskum londum. Síðani heitir felagsskapurin á limir og fólk kring heimin at skriva til viðkomandi persónar og myndugleikar.
– Tað er rørandi at síggja ein samvitskufanga koma inn við sekkjum av brøvum við sær, og greiða frá, at hann hevur sitið í varðhaldsfongslaður og ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, men síðani byrjaðu brøvini at bólta inn, og tey løgdu trýst á myndugleikarnar, sigur hon.
Ein onnur sterk uppliving, sum Annika Sølvará hevði var, tá hon var í feriu við familjuni í Kreta í Grikkalandi
–Eg hugdi at einum træskurði, sum ein gøtuseljari hevði gjørt. Hann sá áhugan, sum eg vísti hesi fýrakantaðu myndini av hondum, sum hildu um rimar, og eygum sum hugdu út. Hann spurdi, hvaðani eg var, og eg svaraði, at eg var úr einum landi, sum hann heilt víst ikki kendi, sum eitur Føroyar. Hann sigur tá, at tað visti hann væl, tí hann hevði verið samvitskufangi og ein av teimum, sum hevði fingið brøv frá Amnesty, tí hann sum hernaðarnoktari ikki vildu gera hertænastu, og tí varð hann fongslaður. Tey fyrstu brøvini, sum hann fekk vóru úr Føroyum, og so skjótt hann varð leyslatin, fór hann at kanna, hvar Føroyar eru. Síðani greiddi eg honum frá, at eg var forkvinna í Amnesty í Føroyum, sigur Annika Sølvará.
– Hetta er ein ítøkilig søga um, at brøvini, sum vit senda, gera ein mun. Tað var ein fantastisk uppliving síðani at koma heim aftur til Føroya og kunna siga hinum limunum í felagsskapinum hesa søguna. Hóast vit ikki vita, hvør tað var, sum sendi júst tað brævið, so vita vit, at brøvini, sum vit senda gera mun, leggur hon afturat.
Les meir um, hvussu tú skrivar børv fyri Amnesty her