Lóggaruppskot um marknaðarføringslóg og brúkaraumboð eru nú borin niðan í tingið. Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa skipað brúkaraviðurskiftini her á landið. Nú hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, borið uppskot í Løgtingið, um at seta á stovn Brúkaraumboð, ið skal umsita eina nýggja marknaðarføringslóg, ið verður tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Sambært heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, inniheldur Marknaðarføringslógin trý høvuðsøki. Tey eru Almennar reglur um atferð á marknaðinum, brúkaravernd og reglur viðvíkjandi vinnurekandi.
Vinnumálaráðið sigur, at yvirskipaða endamálið við lógini er at tryggja, at marknaðarføring og annað vinnuvirksemi, verður framt á ein hóskandi og rímiligan hátt, har atlit verða tikin til brúkaran, til onnur vinnurekandi og til áhugamálini hjá samfelagnum yvirhøvur. Uppskotið til lóg um marknaðarføring er sostatt eitt uppskot um góðan marknaðarføringssið.










