Brúk er fyri felags stevi

Í hesum døgum er Brúkaraumboðið vertur fyri norðurlendsku starvsfelagum sínum. Hetta er fyrstu ferð at brúkaraumboðsmenn hittast soleiðis í Føroyum.

Á fundinum verða felagsmál viðgjørd, har hvørt land hevur eina framløgu, har ið støðan á brúkaraøkinum verður lýst.

Millum tey ymisku evnini á skránni er eitt teirra at finna eina felags norðurlendska støðutakan um marknaðarføring umvegis teir sosialu miðlarnir. Eitt annað evni er kappingar á netinum.

- Norðurlendska samstarvið og netverkið hevur stóran týdning fyri føroyska Brúkaraumboðið, vísir Andras Holm Arge á.

Við hesum samstarvinum kann Brúkaraumboðið lættliga fáa atgongd og kunnleika til rættarsiðvenju í ymiskum málum, fyri at fremja góðan marknaðarføringarsið í Føroyum.

Fundurin endar í morgin.