Borgarstjórin harmast um læknauppsøgn

Kristin Michelsen sigur seg harmast um, at kommunulæknin á Tvøroyri hevur valt at siga seg úr starvi. - Men eg má síggja grundgevingarnar fyri uppsøgnini, áðrenn eg fari at fyrihalda meg til tað ítøkiliga, sigur Kristin borgarstjórin á Tvøroyri í stuttari viðmerking.


Hann hevði ikki sjálvur sæð uppsøgnina og var á fund, tá vit fingu orðið á hann. Tískil kundi hann ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið.


Kristin Michelsen hevði tó tíð at endurtaka, at tey hava arbeitt við málinum og gera tað framvegis.

- Tekniska nevnd hevur fund um málið í dag. Vit skulu finna eina loysn. So tí haldi eg ikki, at kommunulæknin tisar fyri deyvum oyrum, segði Kristin Michelsen við Sosialin í gjár, og tað sama endurtekur hann nú.


Borgarstjórin sigur annars, at tey við Arnhold Olavsson Jensen og Signar Dam høvdu eitt gott læknapar, eftir at tað hevði verið stór útskifting við læknum í fleiri ár. Men við uppsøgnini í dag hevur Arnhold Olavsson Jensen so valt takka fyri seg, og nýggjur lækni skal finnast á Tvøroyri.