Borgarstjórin gevst í politikki - men hann kemur kanska aftur

Fyri átta árum síðani varð hann yngsti borgaratjóri í Føroyum nakrantíð, men nú er tíðin komin at takka fyri seg

Tað er nú greitt, at Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, er liðugur í politikki. Í hvussu so er fyribils, tí í dag boðar hann frá at hann stillar ikki upp aftur á kommunuvalinum, sum verður 10. November.

– Tað er nógv broytt síðani eg byrjaði sum yngsti borgarstjóri i Føroyum nakrantíð fyri átta árum síðani, einans 26 ára gamal, sigur hann.

Hann heldur, at hendan tíðin hevur verið ein fantastiska spennandi og mennandi og at starvið sum borgarstjóri hevur givið honum nógvar góðar og serstakar upplivingar og lívsroyndir.

Hann heldur, at eiðisfólk hava eina heilt serlig felags kenslu, har øll vilja kommununi tað besta og hann heldur eisini, at hann hevur havt eitt serstakliga gott samstarv í bygdaráðnum.

Hann takkar eisini øllum starvsfólkunum sum hann hevur arbeitt saman við seinastu átta árini, bæði teimum sum eru farin víðari og teimum sum framvegis starvast hjá kommununi í dag.

– Tað er við sorgblídni at eg við hesum boðið frá at eg ikki stilli uppaftur, sigur hann. Men hann leggur afturat, at enn er hann í hampiliga góðum árum, so eingin veit um hann kanska bjóðar seg framm aftur um nøkur ár. 

– Enn eru tó slakir tríggir mánaðir eftir av setanini og ætlanin er at fáa nógv burturúr hesa seinastu tíðina, sigur Jógvan í Skorini.