Uni Danielsen
Er meiri peningur tøkur økist nýtslan. Truplasta hjá politikara í góðum tíðum, er at halda aftur.
Vit hava í dag eitt skattaprosent í Havn uppá 19%. Í teim góðu 80?unum og fram til fyrst í 90?unum var tað 14%. Tíðin vit liva í má hava sína ávirkan á ta skattaprosentið vit skulu gjalda. Í teim ringu tíðunum fyrst í nítiárunum hækkaði procentið uppí teim núverðandi 19%, hetta orsaka av fallandi inntøkum hjá kommununi. Tí er ikki annað enn rímiligt at tað nú í hesum góðu tíðunum aftur lækkar. Nýtslan økist, jú fleiri pengar eru um hendi. Hetta sæst best aftur í kommunalu fíggjarætlanini fyri 2001. Har er ein fíggjarætlan sum liggur um kr. 380 mill. í mun til eina fíggjarætlan á kr. 230 mill. tá tað stóð ringast til. T.v.s. ein økt nýtsla uppá umleið kr. 150 mill. og tað hóast at íløgurnar eru nógv skerdar. Íløgurnar eru um 60 mill. kr. Við øðrum orðum vil hetta siga at so má raksturin av kommununi vera øktur við uml. Kr. 100.mill. Borgarnir eru blivnir fleiri (m.a. Kollafjørður) og krevur hetta sjálvsagt eina meirnýtslu. Men sjálvt um vit taka hædd fyri teimum kr. 18. mill. sum koma úr Kollafirði so er framvegis ein øking uppá uml. kr. 132. mill.
Upphiting av búskapinum
Tosa verður nógv um uphiting av búskapinum, so má man siga at kommunan í hesum førinum er við til at upphita, tí vøksturin í skattainntøkuni tey seinastu árini er meginparturin farin til rakstur, og á tann hátt verið við til at upphita búskapin.
Grundøkir dýrari
í Havn
Tað er dýrari at seta búgv í Havn. Her skulu fólk gjalda fullan prís fyri grundøki t.v.s. fyri alla byggibúningina, kloak, vatn, vegir o.s.fr. Mær kunnugt verður hetta ikki gjørt í øðrum kommunum í landinum.
Byggibúningin av grundøkjum er ein útreiðsla sum kommunan sparir, tí er ikki órímiligt at skatturin verður lækkaður.










