Vánaliga viðferðin var framd áðrenn, meðan og aftaná dystin á Vicente Calderon leikvøllinum í Madrid. Dysturin millum Atletico Madrid og Bolton endaði við málleysum javnleiki, og av tí at Bolton vann fyrra dystin í Onglandi 1-0, er enska liðið víðari millum 16 tey bestu. Framferðarhátturin hjá spansku løgregluni, hevur fingið leiðsluna í Bolton at rópa varskó, og siga seg vera sinnaðar at fara víðari við málinum. Bolton stjórin Phil Gartside hevur lovað, at hann er sinnaður at fara til hægsta stað, í strembanini eftir at fáa greiðu á málinum. - Eg havi djúpa samkenslu yvir fyri fjepparum felagsins, ið hava fingið skaðar í hurlivasanum í Madrid í gjárkvøldið, sigur Phil Gartside fyri BBC-5-LIVE í morgun.










