Boðskapurin í hálvleikinum: Setið ferðina upp

Boðskapurin hjá Birgiri Hansen, venjara, var greiður til spælararnar, tá liðini fóru at hvíla seg.

Vit vistu frá dystinum hósdagin, at tær fóru at møðast í seinna hálvleiki. Tað ráddi um hjá okkum at seta leikferðina upp beinanveg. Tað eydnaðist, og vit fóru frá teimum, sigur Birgir Hansen.

 

Tað var í seinna hálvleiki, at Neistin rann Stjørnuna um koll. Eitt mál skilti liðini í hálvleiki. 13 mál vóru á muni, tá dysturin var liðugur.

 

Stjørnan vann fyrsta finaludystin í høllini á Hálsi fyri viku síðani. Tá skutu klaksvíkskvinnur eitt mál meira enn Neistin. Birgir Hansen staðfestir, at neistakvinnurnar lærdi eina rúgvu tann dagin.

 

Vit tóktust fjálturstungnar tá. Úrslitið staðfesti, at tú tapir, um tú ikki torir at spæla. Sinnisliga vóru vit nógv meira klárar til finaludystirnar í Klaksvík, sigur hann.

 

Neistin vann sær rættin at spæla finaludystirnar, tí liðið endaði nummar tvey á stigatalvuni. Hóast tað, so er Neistin besta kvinnuliðið í landinum, staðfestir venjarin.

 

- Vit hava ment okkum eina rúgvu í hesum kappingarárinum. Fyrstu vikurnar vóru vit trivlandi í spælinum, men tað er eingin ivi í mínari verð, at Neistin eigur besta kvinnuliðið í landinum í dag, sigur Birgir Hansen.