Óboðin brúdleypsfólk

Hvat hevði hent, um onkur fór til eitt stórt brúdleyp óboðin? Svarið er einki. Kravið er, at tú skalt siga, at tú ert sonur systkinabarnið hjá einum ommubeiggja, sum doyði fyri 20 árum síðani. Vinirnir John og Jeremy hava eitt serligt frítíðarítriv, teir ganga til brúdleyp, sum teir ikki eru bodnir til. Teir halda seg hava funnið fram til, at tað eru serliga nógvar kvinnu til brúdleyp, ið gerast serliga romantiskar

Kim Simonsen

Filmurin »Wedding Crashers« er í tí lætta endanum. Hetta er ein veruligur skemtifilmur, sum er toluliga væl gjørdur. Hann er sum ein komedia í støðum stuttlig, men sum so nógvir amerikanskir mainstream filmar, so hongur hann ikki ordiliga saman.

Lúgv og hugna tær!
Í fyrru helvtini av filminum er tað stuttligt at síggja John (Owen Wilson) og Jeremy (Vince Vaughn) fara til jødisk, italiensk, kinesisk ella indisk brúdleyp. Teir hava sett seg inn í, hvør familjan er, síðani lúgva teir um, at teir eru í familju við tey sum skulu giftast. Teir kenna allar brúðarsiðir og eru altíð teir mest sjarmerandi gestirnir. Brúðargávan, teir koma við, er altíð ein stórur tómur pakki.
Sum allir brotsmenn gerast teir meiri djarvir. At enda fara teir til brúdleyp hjá kendum fólkum. Teir avgera til endans at fara til brúdleyp hjá elstu dóttir fíggjarmálaráðharran William Cleary (Christopher Walken). Við til hetta brúdleyp eru allir oddafiskarnir í landinum. Men her gongur tað ikki sum teir ætlaðu.
Brúðurin hevur tvær yngri systrar, ið eita Gloria og Claire. Jerry fer í holt við at renna eftir Gloriu, men John er ikki so væl fyri, tí Claire er trúlovað við einum rættuliga tápuligum og harðligum manni.
John og Jeremy koma so langt, at fíggjarmálaráðharrin Cleary bjóðar teimum heim alt vikuskiftið.
Hendan familjan er øll gingin frá vitunum. Omman er skít og situr og tosar groft. Sonurin er ein sálarliga veikur samkyntur málari, sum gerst ástartikin í gestunum, og alt endar í eini gølu. Mamman er óð eftir ungum monnum. Pápin ein tápuligur valdsgreðingur. Hesin parturin av filminum er nærum ein keipumynd av amerikansku degeneraðu yvirstættini.

Góðir sjónleikarar
Tað sum heldur øllum filminum uppi, ella tað einasta sum heldur honum saman, eru sjónleikarnir Vince Vaughn og Owen Wilson. Hin 34 ára gamli Waughn, ið nærum er tveir metrar langur, hevur verið við í nógvum filmum, hann er eitt kent andlit, ið vit hava sæð í filmum sum The Lost World: Jurassic Park 2 (1997), Return to Paradise (1998), The Cell (2000) og The Prime Gig (2000). Í løtuni er hann aktuellur við filminum Mr. And Mrs. Smith (2005), har han spælir saman við Brad Pitt og Angelina Jolie.
Serliga haldi eg at Owen Wilson er ein rættuliga løgin sjónleikari. Hann hevur skrivað nógv kend filmhandrit saman við gávuríka leikstjóranum Wes Anderson. Teir fingu t. d. ein Oscar fyri margháttliga filmin The Royal Tennenbaums (2001). Vit hava tó ofta sæð hin 37 ára gamla Owen Wilson fyrr í skemtifilmum sum Meet the Parents (2000), har hann spældi saman við Robert DeNiro og Ben Stiller, og í filminum Starsky and Hutch (2004).
Christopher Walken er ein av teim bestu sjónleikarunum í Hollywood. Hann er í dag 62 ára gamal. Øll kenna hann sum unga Nick í The Deer Hunter (1978), sum hann sjálvur sum gerst svakur og spælir russiska roulettu fyri pening. Hann hevur eisini spælt við í filmum sum True Romance (1993), Pulp Fiction (1994), Sleepy Hollow (1999) og Catch Me If You Can (2002).

Verulig óboðin brúdleypsfólk
Hugskotið til filmin Wedding Crashers kom frá veruleikanum. Tá framleiðarin av filminum varð bjóðaður til eitt brúdleyp. Tá fór hann at hugsa um tíðina tá hann gekk á collage, tá fóru hann og vinirnir ofta til brúdleyp óbodnir, tí tað var lætt at møta konufólki upp á hendan mátan.
Tað sum er áhugavert við hesum filminum, um vit yvirhøvur kunnu finna eitt erligt perspektiv í øllum komikkinum, so er tað persónurin John. Hann er í veruleikanum troyttur av at liva sum ein playboy. Hann er sum ein av hesum tragisku Don Juan figurunum, sum ikki er heilt ungur longur, ið eisini Kierkegaard var sera hugtikin av. John livir sum ein estetikari, men við tíðini sær hesin estetikarin, at lívið er tómt, og hann fellir niður í eitt svart hol av vónloysi. Tað er hendan kreppan, ið seinni parturin av filmurin snýr seg um. Hann gerst ástartikin í vøkru Rachel (Claire Cleary), sum er kend frá The Notebook (2004), og Red-Eye (2005), men hetta er nógv meri torført enn at ganga óboðin til Brudleyp.
Wedding Crashers er tó ikki nakar The Deer Hunter. Tað er heldur ikki fair at samanbera hesar filmar, men tað undrar meg at Christopher Walken og Owen Wilson ikki hava okkurt betri at taka sær til, enn at spæla slíkar lættar skemtileikir.
Filmurin er í tí lætta endanum, hann er væl gjørdur, men sum nógvir amerikanskir filmar, so hongur hann ikki ordeliga saman. Hetta er tó ein sjarmerandi filmur, ið hevur selt sera nógv atgongumerki í USA.

3 stjørnur av 6

Wedding Crashers. USA, 2005. Leikstjóri David Dobkin. 119 minuttir. Frumframsýndur í Havnar Bio og um alt Danmark 14. oktober.

Leikandi:
John BeckwithOwen Wilson
Jeremy GreyVince Vaughn
William ClearyChristopher Walken
Gloria ClearyIsla Fisher
Claire ClearyRachel McAdams
Kathleen ClearyJane Seymour