BLUFFINI UM SKATTALÆTTA OG LANDSKASSAAVLOP

Mangt verður sagt í valstríðnum, sum ikki passar, og tann, sum dugir best at jonglera við tølunum, er sjálvur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.

- Magni Arge, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi


Mangt verður sagt í valstríðnum, sum ikki passar, og tann, sum dugir best at jonglera við tølunum, er sjálvur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum.

Hann skuldi havt ovmikið av amboðum til at gera rættar niðurstøður um tøl, men tað gongur striltið – bæði viðvíkjandi skattalættum og landsins fíggjarstøðu.

ROKNING TIL KOMMUNUR OG SAMI ÓJAVNI
Jørgen hevur longu avdúkað í stytstu grein, sum er skrivað í valstríðnum, at skattalættin hjá Fólkaflokkinum á 30 prosent til lág- og meðallønt var bluff.

Har var ongin skattalætti at heinta hjá lágløntum frá landinum, sigur hann nú, tí ongin rindar 30 prosent í skatti, sum fær minni enn 200.000 kr. í ársløn.

Í staðin boðar hann frá, at kommunurnar skulu hækka botnfrádráttin við 35.000 krónum, men hann fortelur ikki, at tær høgu lønirnar fáa líka nógvan ágóða av hækkaða botnfrádráttinum, um ongin regulering verður gjørd í toppinum. Tá er ójavnin minst líka stórur sum frammanundan.

Tí er retorikkurin hjá Fólkaflokkurin reint bluff.

TRÍGGIR TRIÐINGAR AV ONGUM
Eitt annað mantra hjá Fólkaflokkinum við ongum innihaldi eru teir tríggir triðingarnir, sum skulu brúkast til skattalætta, skuld og vælferð.

Tað er bara Fólkaflokkurin, sum klárar at finna avlop av ongum og so haraftrat býta tað í trý. Tí talan er nettupp um tríggjar triðingar av ongum.

Fíggjarlógin hevur eitt nominelt hall upp á 230 milliónir krónur í 2014 og eitt bygnaðarligt hall upp á nærum hálva milliard. Bara forskattingin av pensjónunum pyntar myndina.

ROKNING TIL VINNUNA

Retorikkurin rundan um avlop í 2016 byggir á eitt uppskot til fíggjarkarmar, sum í ólukkumát minnir um kreativa bókføring, tí har er innroknað ein óspesifiserað rokning til vinnuna upp á 95 milliónir og skarvaðar 100 milliónir av útreiðslum til vælferðartænastur.

Veruleikin er, at tað almenna brennur ljósið í báðum endum í løtuni, og landskassaskuldin er nú 6.000 milliónir krónur – 6 milliardir.

Búskapargrunnurin varð tømdur í somu løtu, samgongan kom til, og Landsbankin, sum kundi geva henni mótspæl, varð svavaður. Tí stendur verja fólksins veik í skipanini í dag.

Veljarin eigur at hugsa seg væl um, tí rokningina fyri bólgnandi landskassaskuldina sleppur vanligi skattgjaldarin at gjalda – fyrr ella seinni. Tað almenna hoknar í løtuni undir hallum og skuldarbyrði.

SJÁLVBJARGNISKÓS KREVST
Ein partur av loysnini at venda gongdini er at steðga spekulatiónini við fiskiloyvum og nýskipa fiskivinnuna á føroyskum hondum. Tá fæst meira burtur tilfeinginum og vit fáa fleiri vinnur at vaksa.

Ein annar partur er at fáa Landsbankan á føtur aftur, og endurstovna Búskapargrunnin, sum skal gerast brimgarðurin hjá tjóðini ímóti hóttaføllum í búskapinum. Tað er har tilfeingisgjøldini skulu umsitast.


Tað er óðamannaverk at lata Fólkaflokkin gambla við fiskivinnumálum og fíggjarmálum, tí skaðin kann gerast óbótaligur - fyri okkum nú og næstu ættarliðini.

 

Tí er Tjóðveldi rætta valið 1. september.