Kjakið snýr seg um, hvørt mótabloggarar gera mótaheiminum skaða ella gagn.
Mótabloggararnir eru ótalligir, men tað eru nakrir, sum eru betri enn aðrir og sum verða meiri lisnir. Hesir heilt vælumtóktu bloggarnir eru ótruliga valdsmiklir, tí teir náa fólki í øllum heiminum. Tað er jú ein lættur, ómaksleysur og bíligur háttur at fylgja við í hvat rørir seg í mótaheinum. Tú skalt bert klikkja teg inn á ein tílikan mótablogg, har onkur savnar alt tað mest áhugaverda saman fyri teg, og tær nýtist ikki at gjalda fyri tænastuna.
Tí mugu teir bestu mótabloggarnir metast at hava eins stórt vald og tey størstu mótamagasinini.
Gott ella ringt?
Eitt prógv um hetta valdið er, at teir bestu mótabloggararnir nú, sum nakað nýtt, verða bodnir við til stóru mótashowini, og teir fáa tey bestu plássini undir liðini á víðagitnu mótajournalistunum.
- Gott fyri mótan og sniðgevararnar, siga summi. Við bloggarunum fáa sniðgevararnir jú ein eyka pall at standa á, so teir kunnu náa fólki, ið annars neyvan høvdu frætt um teirra arbeiði. Øll umtala er reklama, og tí eiga sniðgevararnir sjálvandi at taka atlit til bloggararnar og gera sær dælt av teimum á fullbesta hátt, m.a. við at seta teir á fyrstu røð til showini.
- Katastrofalt fyri mótan, siga summi. Tað kann ikki vera rætt, at ein og hvør 15 ára gomul genta við eini teldu og einum bloggi kann kalla seg fashionista, og á tann hátt diktera øðrum, hvat er smart. Mótajournalistarnir hava útbúgvingar, teir hava verið í fakinum í áravís og hava bygt eina servitan upp. Teirra vanda eyga dugir at hyggja at mótanum og mótaheiminum við røttum perspektivum, og teir hugsa ikki bert um, havt teir sjálvir halda vera kul. Og fær ein sniðgevi vánaligt skoðsmál frá einum bloggara, sum ikki veit hvat hann tosar um, men allíkavæl hevur so stórt vald, kann tað fáa ógvuliga harmiligar avleiðingar.
Merkini varnast bloggararnar
Hvussu er og ikki, so hava fleiri av kendu merkjunum fingið eyguni upp fyri mótabloggarunum, tí marknaðarføringsvirðið er so stórt. Umsetningurin veksur sama dag, sum tey fáa jaliga umtalu á einum av kendastu bloggunum, og tí hava fleiri merkir gjørt stuðulsavtalur við bloggarar um, at senda teimum nýggja vøru og pening, um teir verða nevndir við jaligum orðum afturfyri.
Hetta ger, at mótabloggarar nú fara frá at vera amatørar við einum frítíðarítrivi til at vera amatørar við einum professionellum arbeiði.
Brennandi spurningurin er so, um tað er gott ella ringt.










