Tað hevur ljóðað leingi, at fólk í Klaksvík arbeiða við at stovna ein nýggjan útjaðaraflokk. Nú er greitt, at fleiri persónar kring landið, eitt nú borgarstjórar í útjaðarakommunum, eru uppringdir av blaðstjóranum á Norðlýsinum, Jóhann Lützen, og spurdir, um teir vilja stilla upp fyri ein nýggjan útjaðaraflokk.
Sum skilst er talan um flokk, sum skal fylkja fólk í útjaðaranum ímóti fólkum í høvuðsstaðnum og har um leiðir.
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, hevur verið fólkafloksmaður og tjóðveldismaður. Á næstseinasta kommunuvali í 2012 varð hann valdur í Klaksvíkar býráð fyri Tjóðveldi. Men hann var ikki afturvaldur á valinum í 2016, tá Tjóðveldi hevði serliga vánaligt val í Klaksvík. Flokkurin fór frá 23,5 prosentum niður í 14,2 og misti tvey umboð í Klaksvíkar býráð, har hann nú bert hevur eitt umboð, Steinbjørn O. Jacobsen, sum situr í andstøðu saman við Fólkaflokkinum.
16. februar í fjør keypti Jóhann Lützen Norðlýsið saman við Skorheim-feðgunum, Palla og Jóannes Skorheim, sum eru ávikavist bróðir og pápi borgarstjóran í Klaksvík, Jógvan Skorheim.
Tá søgdu nýggju eigararnir á Norðlýsinum, at blaðið framvegis for at vera røddin hjá teimum, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin.