Bjóðar 12 ókeypis løg á netinum

(Ljóðsamrøða) Dánjal Rói Olsen vitjaði Rásarúmið í morgun til prát og sang

Dánjal Rói Olsen, hvørs tónlistanavn er Dan Olsen bjóðar fólki 12 ókeypis løg á einari, sum kunnu bíleggjast á danolsenmusic.com.

 

Tað er ikki av filantropiskum orsøkum, at Dánjal Rói Olsen lívgar fólki við ókeypis, góðum tónleiki, men heldur vil maðurin við gittarinum vinna fram við sínum løgum og tekstum, ikki minst í USA, har hann metir, at sjangran hjá honum hevur størst áhuga.

 

Dánjal Rói býr í London, og hevur búð í Avstralia, og er tí væl fyri, tá talan er um at skriva enskar tekstir. Hann hevur nógv um at verða, sum tónlistarmaður í London, og í summar sleppir hann at framføra á einum festivali í New Orleans í USA.

 

Í kvøld hevur Dánjal Rói tvær Fljóð-heimakonsertir í Stoffalág 18. Tann seinna, sum verður klokkan 21 er útseld. Hin fyrra, sum verður klokkan 19 er ikki útseld enn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tá Dánjal Rói Olsen - Dan Olsen - vitjaði morgunsendingina hjá Rás2. Umframt, at Dánjal Rói greiðir frá síni tónlist, hoyra vit Dánjal Róa framføra "live", og vit hoyra eisini aðrar sangir av fløguni, sum fæst ókeypis við at bíleggja hana á danolsenmusic.com. 

 

GG: ljóðfílan er drúgv. Les tí bláu strikuna inn fyrst, áðrenn byrjað verður at lurta.