Brandur Enni hevði í gjárkvøldið útgávukonsert á Tvøroyri. Góð løg og góðir tónleikarar stuðlaðu undir tann glaða og væl upplagda brandin, ið sang fyri fullsettum Segllofti í heimbygdini. Spæligleðin lýsti bjart av bæði Brandi og tónleikarunum.
Tað var av sonnum eitt væl mannað lið, ið var við Brandi Enni á útgávukonsert á Tvøroyri í gjárkvøldið.
Ein frálík konsert, har Brandur Enni spældi løg av nýggju fløgu síni, sum í stóran mun er úrslit av, at hann í nøkur ár hevur verið á tónleikaskúla í Svøríki, og hevur knýtt týdningarmikil sambond har við lagskrivarar, tónleikarar og framleiðarar.
Og heimbygdin Tvøroyri tók væl ímóti Brandi, og pláss var eisini fyri lagnum Heimið, ið tann eini av tónleikarunum, Kim Hansen, eigur lagið til, og sum Brandur javnan hevur á sangskrá síni.
Jens Johannesen umboðai Tvøroyrar Býráð, og handaði Brandi blómur og gávu, og nevndi, at Brandur Enni er virðiligt umboð fyri bæði heimbygd og landið sum heild.
Næsta útgávukonsert hjá Brandi Enni er í Norðurlandahúsinum tann 13. januar 2010.










