- Útlitini á havinum eru góð í løtuni, nú bæði línuskip og útróðrarbátar fáa fisk, men enn er ov tíðliga at meta um, hvussu tað verður frameftir. Tað er lutfalsliga lítið av smáfiski uppi í veiðini, men tað er nógv hýsa.
Tað sigur skiparin á línuskipinum Skørini, sum landaði seinsta mánadag. Henda túrin var Heri Henriksen ikki við. Tá skiparin er í landi, tekur stýrimaðurin, Johan Jacobsen, yvir, og tað var hann, sum var skipari á seinasta túri. Men, nú loyst er aftur, er Heri aftur á brúnni.
- Skørin er eitt gott skip, og tað er ikki verri, at skipið nú er partur av einum størri samtaki, nú tað er Framherji, sum er høvuðsfelagið aftanfyri, sigur Heri Henriksen, sum hevur ført Skørina í hálvt annað ár, og fyri ta tíð var stýrimaður og avloysari sum skipari við línuskipinum Núpi í fýra ár.
Tá møguleikin at føra Skørina stóð honum í boði, tók hann av.
Tað hevur gingið væl hjá línuskipunum undir Føroyum í seinastuni, og henda gongd byrjaði longu í fjør, tó at tað í 2017 var meira fiskað av longu og brosmu. Skiparin heldur, at øll línuskipini hava havt góðan fiskiskap í seinastuni, men ólagaliga veðrið hevur tarnað nakað. Frætt er um frystilínuskip, sum fekk fleiri enn 20.000 pund á onkrari setu.
- Eitt er, at vit fegnast, nú tað gongur betri at fiska, og fiskaprísirnir hava verið rímiliga góðir. Men, tann gleði og positivitetur, sum er í dag, kann skjótt slókna, nú landsins leiðsla ætlar, at vit aftur skulu frá fiskidøgum á landgrunninum til kvotur frá 1. januar 2019 at rokna.
Skiparin ivast onga løtu í, at gongur tað striltið at manna skipini í dag, so verður tað upp aftur verri, tá vit koma inn í 2019 og hava kvotur. Hann væntar, at kvoturnar á eitt nú toski verða so smáar, at teir fara at koma í trupulleikar tíðliga í árinum.
- Tá verður einki annað at gera enn at leggja seg á djúpt vatn at fiska longu og brosmu, sum slett ikki fer at geva tað sama, hvørki til skip ella manning. Landsins myndugleikar ætla eisini, at toskur, tá kvotan fer yvir eitt ávíst tonsatal, skal seljast á uppboði. Tí eru fiskimenn eisini í døpurhuga.
Heri Henriksen vísir á, at tá tað hevur verið uppi og vent, at fólk, sum arbeiða uppi á landi, møguliga skulu noyðast at gjalda fyri parkeringspláss, meðan tey eru til arbeiðis, hevur verið ramaskríggj. Hann heldur, at hetta er ikki øðrvísi enn tað, sum bíðar fiskimonnum fyri framman.
- Mín meining er, at tað skal ikki vera neyðugt at gjalda fyri at sleppa til arbeiðis – hvørki uppi á landi, ei heldur á havinum. Hinvegin er ein møguleiki, at eitt minni tilfeingisgjald kanska kann rindast av søluvirðinum, soleiðis at tá væl verður selt, er nakað at gjalda - og minni, tá minni fæst fyri veiðina, sigur skiparin á Skørini.










