Suðuroyarsiglingin
?Nýggi Smyril skal helst hava fast atløgupláss í Havnini og eg fari at gera alt, sum gerast kann fyri at fyri at fáa honum fast atløguupláss.
Enn veit Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, ikki, hvar nýggi Smyril sleppur at leggja at í Havnini, táið hann kemur til landið á heysti í 2004.
Ein frágreiðing frá landsverkfrøðinginum hevur torpederað ætlanina, sum Tórshavnar Kommuna nú er í holt við á Bursatanga, har ætlanin var, at bæði Norrøna og nýggi Smyril skuldi hava atløgupláss.
Landið skal sjálvt byggja samferðsluhavn á Trongisvági og í Syðradali og Landsstýrismaðurin heldur, at landið eisini eigur at betala samferðsluhavnina, sum verður neyðug at gera í sambandi við nýggja Suðuroyarskipið.
? Eg haldi, at Landið eigur at kenna sína vitjunartíð og at vera vð til at loysa trupulleikan. Tað merkir sostatt eisini, at Landið eigur at vera við til at betala samferðsluhavnina í Havn, eins og Landið betalir til samferðsluhavn í Suðuroy.
Men, hvat úrslitið verður, veit hann ikki.
? Landið kann betala sín part á ymsan hátt, tað kann gerast við, at landið betalir ein part av sjálvari útbyggingini, tá ið hon verður gjørd, men tað kann eisini gerast við at Landið bindur seg til at betala yvir eitt áramál, men tað kann eisini gerast við at havnagjaldið hækkar, so at Landið betalir sín part á tann hátt.
?Og í síðsta enda er tað ein avgerð, sum Løgtingið tekur.
Kolldømd
Tórshavnar kommuna metti ikki, at stundir vóru til at bíða eftir svari úr Vinnumálaráðnum, so hon er av sínum eintingum farin at byggja út á Bursatanga við tí fyri eyga at gera samferðsluhavn til nýggju Norrønu og nýggja Smyril har.
Men Bjarni Djurholm viðgongur, at nú Landsverkfrøðingurin í rættiliga avgjørdum vendingum hevur kolldømt útbyggingina, verður tað rættiliga trupult at fáa Løgtingið at samtykkja at betala til tað ætlanina.
? Landsverkfrøðingurin er okkara tekniski myndugleiki og tað ber ikki til, at eg fari at mæla Løgtinginum til at betala til eina ætlan, sum hann hevur kolldømt, sigur Bjarni Djurholm.
?Tað er rættiliga nýliga, at vit fingu metingina hjá Landsverkfrøðinginum, so enn hava vit ikki havt stundir at viðgera hana.
Men hann sigur, at tað fyrsta, sum Vinnumálaráðið fer at gera eftir ársskiftið, er at taka málið upp.
Bjarni Djurholm heldur, at tá ið Smyril eigur at sigla á Havnina og tí heldur hann, at tað er burturvið at suðuroyingar verða settir av í Kollafirði, á Sundi, á Gomlu Rætt, ella aðrastaðni, har møguleikar hava verið nevndir.
?Men tað er eisini greitt, at nýggja Suðuroyarskipið fær ikki fast atløgupláss í Havn, uttan í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.
Tí fer Vinnumálararáðið eisini beint eftir nýggjár at taka upp samband við Tórshavnar Komunu um málið.
?Tað er ongin ivi um, at tað áliggur mær at útvega nýggja suðuroyarskipinum hóskandi atløgupláss í Havnini, men tað krevur samstarv við Tórshavnar Kommunu og samband verður tikið upp við Kommununa beinanvegin í tí nýggja árinum.
Bjarni Djurholm sigur, at hann ivast ikki í, at tað fer at bera til at finna eina trygga loysn í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.
Nú er rættiliga stórur munur á hvørjar metingar, Landsverkfrøðingurin hevur hevur av útbyggingini hjá Tórshavnar Havn og teirri meting, sum ráðgevararnir hjá kommununi sjálvari, hevur, tí ráðgevarin hjá kommununi heldur, at hetta er ein loysn, sum ber væl til?
? Ja, men Landsverkfrøðingurin er mín tekniski myndugleiki og hann haldi eg meg til. Eg havi eisini fult álit á teimum metingum, hann hevur gjørt av ætlanini.
Og so leingi, hann ikki góðkennir ætlanina, kann eg ikki mæla Løgtinginum til at betala til hana. Tí má ein onnur loysn finnast, heldur Bjarni Djurhholm.
Hann heldur, at tað er lítil meining í at byggja eitt skip sum nýggja suðuroyarskipið, skal tað ikki bera til at avgreiða bilar og ferðafólk á landið nóg smidliga, so at trupulleikar ikki stinga seg upp á landi, sum seinka ferðatíðini.
?Tí má skipið hava góð atløguviðurskifti í Havn, eins og tað fær í Suðuroy, har vit byggja eina góða samferðsluhavn, sigur Bjarni Djurholm.