Bjarni Djurholm veit ikki hvat ið gongur fyri seg

? Tað, sum pínir hann, er møguliga tað, at vit hava kanska ongantíð havt so gott tak á fíggjarstøðuni, sum vit hava nú, sigur Karsten Hansen

?Bjarni Djurholm skuldi verið tann seinasti at funnist at fíggjarpolitikkinum.

? Tí veruleikin er, at hann veit litið um, hvar gongur fyri seg.

Karsten Hansen ristir allar atfinningarnar hjá Bjarna Djurholm í Sosialinum í gjár, av sær.

Bjarni Djurholm, sum er formaður í fíggjarnevndini, fanst í Sosialinum í gjár hvassliga at tí førda fíggjarpolitikkinum, sum hann bart út kallaði ?eitt greitt brot á samgonguskjalið?.

Tað, hann meinti við, var, at fíggjarpolitikkurin er alt ov linur og at almennu rakstrarútreiðslurnar alsamt hækka.

? Hetta er í grefligari andsøgn til fullveldisætlanina, tí skulu vit hava fullveldi, mugu almennu útreiðslurnar lækka.

? Tí fyri hvørja millión, vit hækka almennu rakstrarútreiðslurnar, flyta vit okkum longur burtur frá fullveldinum, sigur Bjarni Djurholm.


Stendur ikki aftast

Men hesum vísir Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, frá sær.

Hann sigur tvørturímóti, at tað hevur kanska ongantíð verður so gott tamarhald á fíggjarpolitikkinum, sum nú.

? Men tað er kanska tað, sum pínir formannin í fíggjarnevndini, leggur hann afturat.

Karsten Hansen sigur, at hyggir tú eftir, hví tær almennu útreiðslurnar eru hækkaðar, er tað skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað júst eru partamenninir hjá Bjarna Djurholm, sum eiga bróðurpartin av hækkingunum.

Hann tosar m.a. um játtanir til ferjur, vaktarskip og kommunumál o.s.fr.

? Og veruleikin er, at ágangurin um at brúka enn meiri pening, er ikki minstur frá júst fólkafloksmonnum.

? Sannleikin er, at hevði eg ikki havt bremsað so frægt, sum eg havi, hevði fíggjarliga myndin í Føroyum sæð munandi øðrvísi út, enn hon ger í dag, sigur Karsten Hansen.


Onki boð uppá nakað

Karsten Hansen sigur, at skulu almennu útreiðslurnar lækkast, átti Bjarni Djurholm at verið so mikið at sær komin, at hann vísti á, hvar vit skulu spara.

?Men tað ger hann jú ikki. Tí hann hevur onki boð uppá hvar vit skulu spara. ? Eg veit onki um, at Bjarni Djurholm hevur staðið fyri nøkrum sparingum.

? Haðani er lítið og onki komið uttan boð um rakstrarhækkingar, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Bjarni Djurholm fýlist eisini á, at tað gongur ongan veg at laga almenna sektorin til eitt føroyskt fullveldi?

?Hvat veit Bjarni Djurholm um tað? Hóast vit sita í samgongu saman, hevur hann ikki sett mær ein tann einasta spurning um fíggjarpolitikk ella fíggjarpolitiskar ætlanir.

? Tað einasta, eg havi frætt frá honum eru onkrir fyrispurningar av tingsins røðarapalli.

? Men at føra seg fram av tingsins røðarapalli, kunnu øll.

? Hann hevur ongantíð spurt meg, har hann skal spyrja meg, eitt nú á samgongufundum.

Tvørturímóti førir Karsten fram, at tað fer eitt stórt arbeiðið fram at umskipa almenna umsiting fyri at gera hana einfaldari og effektivari.

? Endamálið má vera at fáa meiri fyri peningin.

Annars vísir Karsten Hansen á, at í landsstýrinum er yvirhøvur semja um tann førda fíggjarpolitikkin.

Nú hava tit sagt, at fíggjarlógin fyri komandi ár skal avspegla fullveldið?

?Nú fer tað altíð at vera kjak um, hvat ein ?fullveldisfíggjarlóg? er.

?Og enn er tað, at tað nakað tíðliga, at siga, nakað um fíggjarlógina fyri komandi ár.

Tó kann hann siga, at uppskotið, sum landssstýrið fer at leggja fyri tingið, verður ikki 200 milliónir hægri enn í ár, sum Bjarni Djurholm fryktar fyri.

Karsten Hansen sigur, at sjálvandi verður komandi fíggjarlóg hægri enn tann í ár í krónum og oyrum.

Men taka vit lønarhækkingarnar, príshækkingar og annað uppí, verður talan heldur um eina veruliga lækking, leggur hann afturat.

Tað kemst av, at ætlanin er at effektivisera og broyta almenna sektorin

? Ístaðin fyri at hanga óhjálpiliga føst í ymsum donskum skipanum, fara vit at bróta nakrar múrar niður so at almenn umsiting kann verða effektivari. Tað snýr seg ikki um at tað skal vera bíligari.

? Tað snýr seg um at gera tað effektivari, so at vit fáa meiri fyri peningin.

? Verður umsitingin effektivari, verður hon bíligari av sær sjálvum.

? Tí so kunnu vit klára okkum við færri fólk. Ella vit fáa pening til onnur endamál.

? Men tað kemur ikki uppá tal, at siga fólkið upp í hópatali, sigur Karsten Hansen.