Bjarma um Gestalon: – Ótrúliga lekkurt

Hon stúrdi fyri at fara til Havnar at bíða eftir barninum, men sannleikin er, at umstøðurnar eru fínasta slag.

Tað nyttar ikki bara at siga A og ikki B, sigur Bjarma Lisberg, tá ið in.fo spyr inn til, hvussu hon hevur upplivað umstøðurnar á Gestalon, nú hon hevur verið har í góða viku.

 

Herfyri skrivaði in.fo og Sosialurin um støðuna hjá Bjarmu Lisberg í Hvalba, sum skuldi til Havnar at bíða eftir barninum. Hon, maðurin og teirra tvær døtur skuldu helst øll til Havnar at bíða eftir nýggja familjuliminum. Men tey kend seg sera illa kunnað og vóru stúrin fyri at fara til Havnar, tí tey kendu ikki til umstøðurnar á Gestalon og á Facebook varð ikki eitt vøkur mynd málað av umstøðunum hjá barnakonum.

 

Bjarma skuldi fáa eina íbúð upprunaliga, men fekk so at vita stutt undan hon skuldi til Havnar, at hon einans fekk eitt kamar. Hon royndi at ringja og spyrja seg fyri hjá Landssjúkrahúsinum og aðrastaðni við, men hon fek ikki greiðu á, um hon kundi taka børnini við til Havnar ella ikki. Og strongdin orsaka av ov lítlari kunning gjørdi, at Bjarma metti tænastuna vánaliga.

 

Men nú er hon komin til Havnar og hevur búð á Gestalon í eina góða viku. Tað vísir seg, at á Gestalon fært tú ikki eitt kamar, um tú ert ein familja, men í ringasta føri tvey ella trý kømur, meðan tú bíðar eftir íbúð. Tað er í fleiri kømrum, at Bjarma og familja hennara hava búleikast seinastu vikuna, inntil tey nú hava fingið stásiliga íbúð.

 

Síðani in.fo og Sosialurin byrjaði at skrivað um umstøðurnar hjá barnakonum hava handverkarar verið í gongd við Gestalon og sum skilst eru fleiri batar at hóma.

 

- Eg má siga sum er, at vit hildu umstøðurnar vóru fínar og skiltu ikki ordiliga, hví øll vóru so neilig móti tí. Sjálvandi onkrar íbúður ella kømur høvdu ring vindeygu og so framvegis, men annars er tað fínasta slag, sigur Bjarma Lisberg.

 

Hon vísir enn einaferð á, at tað er kunningin og samskifti millum tað almenna og kvinnurnar, sum manglar í hesum førinum.

 

- Vit hava stórtrivist her og tænastan hevur verið ótrúliga góð. Íbúðin, sum vit nú hava fingið er ótrúliga lekkur og kømrini vóru eisini fínasta slag. Men eg merki enn, at samskifti kundi verið betur. Tað er tó bara smáting í mun til, hvat eg stúrdi fyri, tá eg einki fekk at vita, meðan eg gekk har suðuri, sigur Bjarma Lisberg.