Íslendska løgreglan sigur seinnapartin í dag, at tað eru ikki fleiri ferðafólk at finna í íshellinum, sum rapaði í gjár.
- Tí heldur bjargingarátakið nú uppat.
Tvey fólk fingu álvarsligar løstir, tá eitt íshelli við Breiðamerkurjökul rapaði, og eitt fólk er staðfest deytt í vanlukkuni.
Bjargingarfólk hava síðan í gjár leitað eftir tveimum ferðafólkum aftrat í ísleivdunum, men hava einki funnið.
Nú vísir tað seg, sambært íslendska ríkisútvarpinum - RUV - at talan var um 23 fólk, sum vóru við Breiðamerkurjökul og ikki 25, sum áður hildið.
Tað merkir, leggur ríkisútvarpið aftrat, at tvey fólk eru ikki longur saknað í leivdunum av íshellinum.
Sambært íslendsku løgregluni var skrásetingin av teimum, sum vóru við í ferðalagnum, ikki neyv.
Íslendska løgreglan sigur, at fleiri enn 200 fólk hava verið við í bjargingarátakinum.
##med2##