Bjóða flóttafólki pengar fyri at fáa tey av landinum

Myndugleikarnir í Avstralia eru sinnaðir at rinda 4000 flóttafólkum pengar fyri at fáa tey av landinum

Avstralska stjórnin er komin við tilboðnum eftir áhaldandi mótmæli frá fólki, sum finnast at harðrendu framferðini hjá myndugleikunum ímóti útlendsku flóttafólkunum. Meiri enn 200 flóttafólk hava verið í hungursverkfalli, og fleiri hava roynt at taka lívið av sær fyri at mótmæla mannagongdini hjá myndugleikunum.
Tey umleið 1100 afghansku flóttafólkini, sum eru í Avstralia, fáa nú tilboð um pengar, vilja tey venda heimaftur.
- Taliban er ikki við valdið í Afghanistan longur, og tí dugi eg ikki at síggja, hví flóttafólkini ikki kunnu fara ehimaftur, segði John Howard, forsætisráðharri í morgun.
Hann legði afturat, at stjórnin heldur tað ikki vera órímiligt at biðja fólkini fara aftur til hús