Eldsálin í Býarsavninum sær fyri sær, at savnið verður lagt saman við Tórshavnar Býarsavni, og at savnið kann flyta inn í gamla BankNordik bygningin
– Eg havi langt síðani sæð skriftina á vegginum. Um ikki loysn hevði fingist á hesum, so hevði lykilin skjótt verið snaraður um.
Tað sigur Birgar Johannesen, sum av sínum eintingum er farin undir Býarsavnið, sum leigar høli í gomlu Tórs Cafeteria í Niels Finsensgøtu.
– Men eg eri optimistur, eg trúgvi upp á jólamannin, og eg visti, at hetta fór at bera til á onkran hátt kortini, sigur hann.
Birgar Johannesen vísir á, at hann hevur fingið nógva hjálp og nógvan stuðul. Bæði frá fólki, sum hava latið honum lutir, stuðlað honum fíggjarliga og á annan hátt.
Men eyðsæð er, at savnið kann ikki halda til í hesum hølunum alt ov leingi, tí tað eru tey ov lítil til. Tí mugu størri og betri høli útvegast upp á sikt.
– Eg kundi hugsað mær, at Býarsavnið fekk pláss á aðru hædd í gamla BankNordik bygninginum í Niels Finsensgøtu. So kundi hetta savnið verið lagt saman við Tórshavnar Býarsavni, sum eigur nógvar lutir, men sum liggja goymdir ymsastaðni, tí savnið ikki er virkið. Kanska kundi Fornminnissavnið eisini latið okkurt, sigur Birgar Johannesen, sum sær fyri sær, at býráðið tekur yvir savnið upp á longri sikt, sigur Birgar Johannesen.
Jan Christiansen, stigtakari til Býarsavnsvinir, heldur, at kommunan skal taka yvir, og so lata Birgar Johannesen standa fyri savninum í byrjanini.
– Birgar er 70 ára gamal, so tað er avmarkað, hvussu leingi hann fer at standa fyri savinum. Men tann eldsál hann er, so kann hann fáa savnið upp at koyra, til onkur annar so tekur yvir, heldur Jan Christiansen.
---
Soleiðis verður tú »býarsavnsvinur«:
Við at gjalda 120 krónur á konto 6460-557.164.4 í BankNordik.
Gjaldið er árligt gjald við fastari flyting einaferð um árið.
Tey, ið gjalda, verða limað inn í Facebook-bólkin »Býarsavnsvinr«, sum verður stovnaður til endamálið.
Tey, ið eru býarsavnsvinir, hava fría atgongd til Býarsavnið.