Fótbóltur
Tað er nú nakað síðani, at tað var greitt, at Jógvan Martin Olsen skuldi verða venjari hjá NSÍ komandi kappingarár.
Nú er so eisini greitt, hvør skal verða hjálparmaður hansara. Talan er um 26 ára gamla Bill Jacobsen. Hóast unga aldurin so hevur Bill longu drúgvar royndir innan venjing. Millum annað hevur hann í nógv ár verið venjari í ungdómsrøðini hjá KÍ, og eisini hevur hann arbeitt við yngru føroysku landsliðunum, har Jógvan Martin Olsen jú hevur veirð høvuðsvenjari.
Sostatt er talan ikki á nakran hátt um nakran óroyndan mann, sum kemur til Runavíkar, og ivalest telir tað eisini rætta vegin, at talan her er um ein mann, sum áður hevur arbeitt tætt saman við nýggja NSÍ-venjaranum.










