Bill Cosby slapp við skrekkinum fyribils

Tí eitt nýtt rættarmál er ávegis, hóast tað fyrra nú er dømt ógildugt at vera.

Helst eru tey mong, sum minnast aftur á skemtiligu sendingarnar, sum amerikanski sjónleikari Bill Cosby stóð á odda fyri. Men umdømi hjá annars vælumtókta sjónleikaranum tók eitt vend, tá ið hann varð ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur í trimum førum. 

 

 

Rættarmálið hevur verið í gongd Pennsylvania í eina tíð nú, men nevningarnir eru komnir eftir, at teir megnaðu ikki at semjast um dómin, og tí hevur dómarin í málinum boðað frá, at man hevur givið uppat at royna at finna fram til eina semju og dóm í málinum í fyrstu syftu.

 

 

Nevningarnir hava sagt, at tað er vónleyst, tí tey megna ikki at koma fram til semju. Men tað merkir ikki, at rættarmálið móti heimskenda skemtaranum er slept. 

 

 

Tí sambært Ritzau er støðan hinvegin, at ákærumyndugleikin í gjár boðaði frá, at eitt nýtt mál verður reist móti honum. Nær tað kann byrja er framvegis óvist. 

 


79 ára gamli Bill Cosby er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur í trimum førum. Hetta kann geva upp í 10 ára fongsul fyri hvørt lógarbrot, umframt eina bót á 25.000 dollarar. 

 

 

Cosby er millum annað ákærdur fyri at hava doyvt og framt ágang á eina gentu í 2004. Nevningarnir hava eftir fýra døgum í dómsrúminum ikki megnað at funnið eina semju um, hvørt Cosby er sekur ella ósekur. 

 

 

Tað var eitt vónsvik hjá teimum mongu kvinnunum aftrat offrunum, sum siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi fyri sjónleikaranum. Fleiri kvinnur hava verið í rættinum alla farnu vikuna, har tær hava bíðað eftir einum dómi. Í alt eru 60 kvinnur, sum hava ákært Cosby fyri at hava gjørt seg inn á seg, og fleiri sivil rættarmál bíða eisini eftir Cosby í hesum døgum. 

 

Ein avleiðing av øllum rokinum er, at Bill Cosby hevur merkt kuldan fár filmsheiminum, tí hann hevur einki arbeiði havt, síðani skuldsetingarnar av álvara tóku dik á seg. 

 

/ritzau/Reuters