Bilførari misti tamarhaldið í undirsjóvartunlinum

Bilførarin, ið fyrr í kvøld var í eini soloferðsluóhappi í Norðoyatunlinum, hevur ikki fingið nakran álvarsaman skaða. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


- Tað er ikki álvarsamt hjá honum, men hann fór við sjúkrabilinum til nærri kanningar. Tað verður vanliga gjørt í slíkum førum, sigur vakthavandi.


Vakthavandi upplýsir, at bilførarin var einsamallur í bilinum og eingin annar var í nánd, tá óhappið hendi.


- Bilførarin var á veg úr Klaksvík til Eysturoynna, tá hann misti tamarhaldið á bilinum. Hví hann misti tað, vita vit ikki. Eftir nakrar ferðir upp á og út av og til síðuna endar túririn við, at hann rakar veggin. Bilurin er totalt skaddur, sigur vakthavandi.


Kanning á staðnum útilokaði, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.


Stutt eftir, at løgreglan í Klaksvík var liðug við óhappið í undirsjóvartunlinum, var aftur boð eftir teimum, tá tveir bilar stoyttur saman í rundkoyringini uttanfyri Posthúsið í Klaksvík. Sambært vakthavandi, so var heldur eingin fólkaskaði í tí óhappinum.