Hann var ein av stovnarunum av P/F Taxa í desember 1952, sum seinni bleiv til Auto. Umframt hýruvognskoyring var hann eisini koyrilærari eitt tíðarskeið.
##med2##
Hann byrjaði sína egnu fyritøku í 1960, tá hann fekk umboð fyri amerikansku Rambler bilarnar. Í 1967 fekk hann teir fyrstu Mazda bilarnir, og 1. mars 1968 skrivaði hann undir sáttmála við Mazda bilverksmiðjuna í Japan um beinleiðis innflutning av teirra bilum til Føroyar. Í 1970 fekk hann eisini umboð fyri Chrysler og seldi bilmerki sum Plymouth, Dodge, Simca og Sunbeam.
Sølan av bilum vaks alsamt um alt landið. Seinni í 70'unum keypti Jóhannes elementvirkið við Norðskála, og fekk hann fyrrverandi byggimeistaran í Havn, Petur Michelsen, at standa fyri virkinum. Hetta kom væl við hjá Jóhannes Berg, ið læt byggja tveir stórar bygningar, ein á Hálsi í Havn og ein á Glyvrum – har sum Á-handilin er í dag.
Jóhannes Berg var giftur Karolinu, vanliga nevnd Linnebeth, av Toftum, tey áttu børnini: Bjarna, Ann Mari, Rúna, Maibritt og Magnus.