Biden finst at Trump fyri at hitta Orbán

Sambært Biden ætlar forsætisráðharrin í Ungar at gerast einaræðisharri, og Trump eigur tí ikki at hittast við honum

Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida, har Orbán og Trump hittust í gjár. - Foto: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix

Forsetin í USA, Joe Biden, fanst í gjár at fyrrverandi forsetanum Donald Trump, sum er sannlíka mótvalevni hansara á forsetavalinum í ár, fyri at hittast saman við ungarska forsætisráðharranum, Viktor Orbán.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Orbán fór í gjár til Floirda í USA fyri at hitta »sín góða vin« Trump. Ungarnski forsætisráðharrin hevur ofta sagt, at hann vónar, at Trump, sum er favorittur at gerast valevni hjá Republikanska flokkinum, kemur aftur til valdið.

– Vita tit, hvønn hann skal hitta í dag niðri í Mar-a-Lago?, segði Biden við stuðlar sínar, sum vóru møttir til ein veljarafund í gjár.

– Ungarnska Orbán, sum kategoriskt hevur sagt, at hann ikki heldur, at fólkaræði virkar, og sum ætlar at gerast einaræðisharri.

Mar-a-Lago er ein eksklusivur golfklubbur og ogn í Palm Beach í Florida. Trump brúkar ognina sum privata bústað sín.

– Eg síggi eina framtíð, har vit verja fólkaræðið og ikki smalka tað, segði Biden.

##med2##

Í gjárkvøldi deildi Orbán eitt uppslag á Facebook, har tað á enskum stóð »Make America great again, Mr. præsident!«. Í uppslagnum deildi Orbán eisini eina mynd av sær sjálvum og Trump, uttan fyri tað sum eftir øllum at døma er Mar-a-Lago.

– Vitjanin legði dent á góða sambandi millum USA og konservativu í Ungarn, og fyrimunirnar sum kunnu koma, um Donald Trump verður valdur í november, hevur Gladden Pappin, sum er forseti fyri ungarska stovnin fyri altjóða mál, sagt við tíðindastovuna AFP.

Orbán var einast stjórnarleiðari í ES, sum opið lýstu stuðul sín til Trump undan forsetavalinum í 2016. Ungarn er eisini einasta lagn í ES, sum hevur varðveitt tætt samband við stýrið í Russlandi eftir innrásina í Ukraina.

Forsætisráðharrin hevur noktað at senda vápn til Ukraina fyri at hjálpa landinum í krígnum móti Russlandi. Hann hevur somuleiðis funnist tiltøkunum hjá Vesturheiminum ímóti Russlandi.

/ritzau/

 

Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida, har Orbán og Trump hittust í gjár. - Foto: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix