Bíða eftir tíðindafundi

Í næstan ein hálvan tíma hava Donald Trump, Vladimir Putin og umboð teirra talað á einum søguligum fundi fyri afturlatnum hurðum.

Eftir ætlan skulu teir báðir leiðararnir hava tíðindafund fyri at deila úrslitið av fundinum.

 

Fyrr í vikuni segði Trump, at hann vildi vita innan fáar minuttir eftir at hava hitt Putin, um hann hevði áhuga í at fremja frið.

 

Enn er ikki greitt, hvussu fundurin millum leiðararnar fer at ganga.