Undirritaðu býráðslimir, Jan Christiansen, Páll Petersen, Jørleif Kúrberg, biða um, at á komandi býráðsfundi tann 5. oktober, verður givin ein frágeiðing um fjarhitafelagið.
Grundgeving: Við tað at ein sera stór misnøgd er millum teir borgarar í kommununi, ið eru knýttir at fjarhitaskipanini, ynskja býráðslimirnir fyri fólkaflokkin at fáa ein nágreiniliga frágreiðing um viðurskiftini millum brúkararnar og fjarhitafelagið.
Tá býráðið stendur sum eigari av helvtini at P/f Fjarhitafelagnum, má tað vera rætt og rímuligt, at býráðslimir eru væl kunnaðir um viðurskiftini í fjarhitafelagnum, serliga um samskiftið millum brúkararnar av fjarhita og felagið ikki er nøktandi.
Vinarliga
Jan Christiansen,
Páll Petersen,
Jørleif Kúrberg