Biðja útlendingar fara úr Suðurkorea

Norðurkorea biður nú allar útlendingar fara úr Suðurkorea.

-Vit vilja ikki gera útlendingum í Suðurkorea ilt, brestir kríggj ár, stendur í einari fráboðan, sum tann almenna tíðindastovan KCNA almannakunngjørdi í morgun. Í fráboðanini fáa útlendskir felagsskapir, vinnufeløg og útlendsk ferðafólk í Suðurkorea boð um at fara av landinum.

Fyri stuttum fingu tær útlendsku sendistovurnar í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang eina líknandi áheitan, men sum skilst hevur eingin sendistova fylgt áheitanini.

Suðurkoreanski uttanríkisráðharrin hevur biðið allar evropeiskar sendiharrar koma á fund, har hann fer at kunna teir um ta spentu støðuna, skrivar AFP.