Biðja forsetan leggja frá sær

Londini við Persaflógvan mæla nú forsetanum í Jemen, Ali Abdullah Saleh, til at lata varaforsetanum embætið og at lata andstøðuna standa á odda fyri einari skiftisstjórn. Skiftisstjórnin skal so fyrireika broytingar í grundlógini og fyrireika val.

Í áheitanini siga londini, at stjórnin hjá Salehs og andstøðan eiga at hittast í Saudiarabia at tingast um framtíðina hjá Jemen.

Áheitanin varð løgd fram á einum uttanríkisráðharrafundi í Saudiarabia millum Saudiarabia, Bahrain, Kuwait, Oman, Qatar og Sameindu Arabisku Emiratini.