Betur umtóktur enn Churchill

Formaðurin í liberaldemokratiska flokkinum í Bretlandi, Nick Clegg, er tann best umtókti politikarin í Bretlandi í hesum døgum. Ein kanning hjá blaðnum Sunday Times vísir, at hann er betur umtóktur millum fólk, enn Winston Churshill, forsætisráðharri, var í 1945.

Politiskir eygleiðarar í London siga, at fyri stuttum vistu bara tey fægstu, hvør Nick Clegg var, men at sjónvarpsdysturin ímóti hinum floksformonnunum í síðstu viku hevur broytt ta støðuna nógv.

Ein meiningakanning, sum bleiv kunngjørd í gjár, vísti, at tann konservativi flokkurin hevði fingið 33 prosent av atkvøðunum, arbeiðaraflokkurin 30 og liberaldemokratarnir 29 prosent, um val var nú.