Nýggja tænastan inniber eina sokallaða sólblómulinju, ein sólblómuteldupost og møguleika at bíleggja sólblómufund
Útlendsk tøl siga, at av teimum, sum bera brek, eru 80%, sum stríðast við eitt ósjónlig brek. Tað kann bæði vera ósjónlig kropsligt brek ella ADHD, angist, tunglyndi, demens, orðblindni, menningartarn ella annað, ið kann gera tað møtimikið at skula seta seg í samband við eitt tryggingarfelag.
Men við nýggju sólblómutænastuni vil Betri Trygging møta hesum kundunum í eygnahædd.
Tá ið sólblómulinjan ringir vita starvsfólkini hjá Betri Trygging, at tey skulu geva sær góða tíð, tí tað kann vera trupult fyri tann, sum ringir inn. Tá teldupostar verða sendir til sólblómuadressuna, eru starvsfólkini somuleiðis, tilvitaðið um at gera sær serligan ómak við samskiftinum. Bíleggja kundar ein Sólblómufund, verða neyðug atlit frá byrjan.
Eisini kunnu fólk við ósjónligum breki koma inn á deildirnar kring landið og biðja um eitt sólblómuband. Við tí kunnu tey gera onnur varug við, at onkur bági er, sum krevur serlig atlit.
Møta vit onkrum við sólblómubandinum, vita vit, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, sum hevur ávísar avbjóðingar við sær. Tað týdningarmesta er tá, at vit ikki døma og ilskast , men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um vit kunnu.
Eisini ber til at bíleggja Sólblómufund á heimasíðuni.
Les meira her um Sólblómuskipanina og ráðgevingina, sum Betri Trygging nú veitir í hesum sambandi.









