Besta útgáva: Viva la Republica - 200

200, upptøkumaðurin Jónas Bloch Danielsen, og Óli Poulsen sum hevur ljóðblandað, hava skapt eina fløgu, ið onkur hevur kallað tí mest týdningarmiklu føroysku fløguna nakrantíð.

Fløgan var á 10. plássi á listanum hjá 3aranum yvir mest seldu fløgur í 2005. Lagið Musclemanblað varð ársins hitt á 15 teimum bestu. Løgini og tekstirnir ganga upp í eina heild, sum bara riggar.
Rokk- og punkkendi tónleikurin koyrir við 500 km/t sum ein orkufylt maskina, meðan yrkingarnar eru skrivaðar við einum óvanliga løttum penni. Nógv er argandi men styrkin liggur í tí einfalda. Tað eru fáir føroyskir yrkjarar, ið høvdu megnað at skriva tað, ið Niels skrivar. 200 eru eisini í uppskoti til planetina fyri besta føroyska.
 
Atkvøða: Send »pla bu 5« til 1441