Strandferðslan
? Tað besta hevði verið at einskilt Strandferðsluna og at lagt hana í eitt partafelag.
Tað heldur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni.
Á evnisdegnum í Suðuroy seinasta leygardag um samferðsluviðurskiftini í Suðuroy, vísti stjórin á Strandferðsluni á, at í nógvum londum rundanum okkum hevur tað hepnast væl at lagt flutningsskervið í almenn partafeløg.
? Í øllum londum rundanum okkum, verður hugsað í feløgum, heldur enn í stovnum.
Kristian Davidsen sigur, at verður Strandferðslan skipað í eitt felag, hevði greiður skilnaður verðið gjørdur ímillum hana og politiska myndugleikan.
? Tað, sum lonnur lond hava gjørt, er síðani at gera ein samferðslusáttmála í millum flutningsfelagið og politiska myndugleikan.
? Í hesum sáttmála er greitt sett upp, hvørja tænastu, flutningsfelagið skal røkja og hvussu nógv, tað skal hava afturfyri frá landskassanum.
Innanfyri teir karmarnir, sum eru ásettir í samferðslusáttmálanum, kemur Strandferðslan so at hava fríar ræsur.
?Sostatt binda báðir partar seg til at at halda heilt ávísar skyldur mótvegis hvørjum øðrum og tað hevði verið ein nógv greiðari skipan, enn vit hava nú.
Greiður skilnaður
Kristian Davidsen sigur, at varð tað gjørt, hevði Strandferðslan verðið rikin sum eitt privat virki við ávísum, greiðum skyldum.
Hann sigur, at hetta hevði verið ein stórur fyrimunur, bæði fyri politiska myndugleikan, fyri Strandferðsluna og fyri viðskiftafólkið hjá Strandferðsluni.
? Fyri politiska myndugleikan hevði fyrimunurin verið, at viðurskiftini verða púra greið. Men tá ið Strandferðslan fær heilt greiðar karmar at halda seg til, hevði politiski myndugleikin eisini sloppið undan afturvendandi trupulleikanum við eykajáttanum.
Tað er heldur ongin loyna, at tað er ovurstórur, politiskur áhugi fyri hvørjum einasta túri, sum Strandferðslan siglur.
Men verður hon løgd í eitt partafelag, hevði hon eisini sloppið undan politiskari uppílegging í allar møguligar smálutir.
Ella sum strandferslustjórin orðar tað:
?Í øllum førum fáa vit skorið ein greiðan karm til hjá báðum pørtum!
Skeivt at luta sundur
Hinvegin tekur stjórin á Strandferðsluni ikki undir við samferðslubólkinum í Suðuroy, tá ið hann mælir til at taka Smyril burturúr Strandferðsluni og at leggja hann í P/F Suðuroyarleiðina.
?Tað er skeivt at luta Strandferðsluna sundur í fleiri eindir, segði Kristian Davidsen á evnisdegnum. Hann sigur, at tað eru ymsar tvørgangandi funktiónir á Strandferðsluni, sum ein slík fyritøka má hava, um hon so hevur eitt skip, ella um hon hevur 10 skip.
Hann sipar m.a til rakstrardeildina, sum umsitur manningarviðurskifti, útreiðslustýring o.s.fr.
? Verða einstøk skip tikin burturúr Strandferðsluni, hevði tað sostatt gjørt raksturin dýrari.
Men hví so ikki leggja alla Strandferðsluna í Suðuroy?
? Tað er eitt ynski, sum er væl skilji. Tað hevði helst eisini bæði verðið betri fyri suðuroyingar og fyri Smyril.
Hinvegin hevði tað verið verri fyri øll hini skipini, tí so kemur umsitingin at liggja longri burturfrá skipunum og tað fer at føra til øktar útreiðslur, eitt nú í sambandi við ferðing.
? Alt legur seg gera, men at flyta ein heilan stovn er eitt sera stórt stig. Tað hevði kostað nógv at bygt Strandferðsluna upp av nýggjum í Suðuroy. Hinvegin er tað bíligari at leiga høli í Suðuroy og í ávísan mun er lønarlagið eisini lægri í Suðuroy.
Men hann heldur, at tað er ilt at siga, um tað samanumtikið hevði verðið dýrari í longdini at rikið Strandferðsluna úr Suðuroy.
Hovmeistari setast
Í prátinum um einskiljing á Strandferðsluni, hevur tað eisini verðið nevnt, at tað rætta hevði verið at einskilt kiosk- og matstovuvirksemið umborð á Smyrli og at leiga tað út til onkran privatan vinnurekandi.
Tað er ikki ein ætlan, sum verður umhugsaður.
? Tað, sum liggur í kortunum nú, er at ein hovmeistari skal setast av hava ábyrgdina av matstovu- og kioskvirkseminum umborð, sigur Kristian Davidsen.