20 ára gamli álopsspælarin hjá Lyon, Karim Benzema, ger nú greitt, at hann er sinnaður at skifta felag fyria t spæla í einari størri kapping enn tí fronsku.
- Tað eru nógv áhugaverd feløg – Barcelona, Real Madrid, Manhester United og Milan. Tað eru alt feløg, sum tú droymir um at spæla fyri. Mær dámar væl Spania, men í Manchester og Milan kundi eg ment meg sera nógv, og eg vil gerast heimsins besti, sigur Benzema.