Beinleiðis: Skammlop í lítla løtu kostaði nógv

Kosovo skoraði tvey mál eftir lítlari løtu, og tað megnaði føroyska liðið ikki at vinna aftur

Fríggjakvøldið var tað fagnaður og kæti, tá ið Føroyar á heimavølli vunnu 3-1 ímóti Malta.

Í kvøld riggaði tað ikki so væl, tá ið Føroyar vóru á útivølli ímóti Kosovo, sum spældi fyrsta kappingardystin yvirhøvur á heimavølli.

Heimaliðið var støðugt omaná, men í fyrra hálvleiki gekk tað striltið hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

Fram ímóti steðginum mentist føroyska liðið, og tað kendist, at møguleiki fór at verða fyri í seinna hálvleiki at fáa meiri burturúr.

 

Soleiðis gekk tað ikki.

Heimaliðið legði bragdliga fyri eftir steðgin, og eftir lítlari løtu skoraðu heimamenninir tvey mál. Í fyrra førinum var talan um fínt skot frá brotsteigarsamankomingini í vinstru, og í seinna førinum var føroyski verjuparturin ikki sannførandi, eftir at Gunnar Nielsen í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað.

Tá sá tað ikki gott út, og vandin fyri, at tað skuldi enda við stórtapi, meiri enn lúrdi, tí heimamenninir vóru fleiri ferðir í góðum støðum, og føroysku spælararnir sóu troyttir út, tá ið teir royndu at renna aftaná og ikki fingu fatur á bóltinum.

 

Sum hálvleikurin leið, linkaði trýstið, men tað var ongantíð ivi um, at heimaliðið fór at vinna, og føroyska liðið megnaði ongantíð veruliga at spæla seg til upplagda málmøguleikan og málið, sum kundi havt við sær, at spenningur kom í aftur.

 

-Vit mugu staðfesta, at í kvøld vóru vit næstbesta liðið á vøllinum. Tað vísir seg, at liðini, sum vit spæla ímóti í hesi kappingini eru góð, og tað mugu vit taka til eftirtektar og fyrireika okkum til næstu avbjóðingarnar, segði hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen við sjónvarpið hjá Kringvarpinum dygst eftir dystarenda.

 

Kosovo – Føroyar 2-0 (0-0)

Á Fadil Vokrri stadion í Pristina í Kosovo

Dómarabólkur úr Belgia: Bart Vertenten, Rien Vanyzere, Thibaud Nijssen, Lawrence Visser, Bram Van Driessche og Yves De Neve

1-0: Zeneli 50.

2-0: Nuhiu 55.

Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland – Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Atli Gregersen, liðformaður, Víkingur,  Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens Danmark, Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark – René Schak Joensen, Grindavík Ísland, Hallur Hansson, AC Horsens Danmark – Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV Ísland Víkingur (Rógvi Baldvinsson, 79.), Brandur Hendriksson Olsen, FH Ísland (Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 62.), Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann Noreg (Klæmint A. Olsen, NSÍ, 89.) – Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld Týskland

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB, Kristian Joensen, KÍ, Odmar Færø, B36, Jógvan Rói Davidsen, HB, Alex Mellemgaard, B36, Magnus Egilsson, HB, Tróndur Jensen, HB , Finnur Justinussen, Næstved BK Danmark

Gult kort: Jóan Símun Edmundsson, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint A. Olsen

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Kosovo: Samir Ujkani – Mergim Vojvoda, Amir Rrahmani, Fidan Aliti, Benjamin Kololli – Herolind Shala, Hekuran Kryesiu – Milot Rashica (Edon Zhigrova, 78.), Donis Avdijaj (Besar Halimi, 68.), Arber Zeneli – Atdhe Nuhiu (Vedat Muriqui, 84.)

Gult kort: Atdhe Nuhiu

Venjari: Bernard Challandes

 

 

 

--

LIÐUGT

2-0

 

93) 2-0

GULT KORT. Klæmint A. Olsen fyri fríspark.

 

90) 2-0

Fýra minuttir lagdir aftrat.

Nú var Kosovo í góðari støðu at økja um leiðsluna, men føroyska verjan blokeraði.

 

90) 2-0

Klæmint A. Olsen leggur seg ikki á boðini. Bólturin dalar fyri føturnar á honum, og at brotsteigarmarkinum heilfluktar hann, men málverjin bjargar lættliga.

 

89) 2-0

Føroyar skifta út: Klæmint A. Olsen avloysir Gilla Rólantsson. Klæmint er nú fremsti maður, og Jóan Símun Edmundsson verður fluttur eitt sindur aftur.

 

84) 2-0

Kosovo skiftir út: Muriqi avloysir Nuhiu.

 

83) 2-0

Aftur gott føroyskt álop, har Sølvi Vatnhamar er sentralur. Tað endar við horna úr høgru, sum endar við málsparki.

 

81) 2-0

Gott føroyskt álop í høgru, sum endar við, at Sølvi Vatnhamar leggur innfyri frá baklinjuni, men tað endar við málsparki.

 

78) 2-0

Kosovo skiftir út: Milot Rashica fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Zhegrova.

Føroyar skifta út: Rógvi Baldvinsson avloysir Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

 

76) 2-0

Framvegis 1-1 millum Malta og Aserbadjan.

 

74) 2-0

Atli Gregersen kiksar í uppspælinum, og Kosovo vinnur horna í vinstru, og so verður horna í høgru.

 

71) 2-0

Væl upplagdi Kaj Leo í Bartalsstovu krúllar í høgru, og so verður blokerað til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

70) 2-0

Heimamenninir hava tak á bóltinum, og tað kennist sum um, at teir eru nøgdir við støðuna.

Føroysku spælararnir tykjast at vera troyttir.

 

68) 2-0

Kosovo skiftir út: Halimi úr Brøndby avloysir Avdijaj.

 

62) 2-0

Føroyar skifta út: Sølvi Vatnhamar avloysir Brand Hendriksson á framrættaða miðvallarplássinum.

 

62) 2-0

GULT KORT. Nuhiu fyri fríspark

 

62) 2-0

Heimamenninir eru ikki nøgdir við at vera frammanfyri 2-0. Teir eru øgiliga ágangandi, og tað er trupult hjá føroysku spælararnir at fáa sendingarnar at vera nóg neyvar.

 

57) 2-0

GULT KORT. Sonni Ragnar Nattestad fyri fríspark mitt á føroysku hálvuni og í vinstru. Sonni Ragnar sá eisini gult fríggjakvøldið, og tí verður hann leikbannaður næstu ferð.

 

55) 2-0

2-0: Nuhiu

Føroyska liðið er illa skelkað. Mótstøðumenninir eru fyrstir í øllum støðum. Nú stórbjargaði Gunnar Nielsen eftir innlegg úr høgru, men Nuhiu var fyrstur á returbóltinum, og so er 2-0.

 

53) 1-0

Heimaliðið er øgiliga ágangandi, og hevði Gunnar Nielsen ikki verið so stinnur í málinum, so kundi verið meiri enn 1-0.

 

50) 1-0

1-0: Zeneli

Føroyingarnir hava ikki marginalirnar við sær, tá ið teir fleiri ferðir eru um reppið at steðga Kosovo álopi. Bólturin endar í vinstru hjá Zeneli, sum dygst innanfyri brotsteigarsamankomingina sneiðir seg leysan og smekkar bóltin dygst inn við handara stólpa.

 

48) 0-0

Heimamenninir eru øgiliga ágangandi, og teir tykjast seta fyrsta verjugarðin longri frammi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki.

 

47) 0-0

Dómarin bríkslar fyri frísparki ímóti Gunnari Vatnhamar aftarlaga í høgru. Innleggið kennist vandamikið, men tað verður stútað uppum føroyska málið.

 

46) 0-0

Føroyingarnir savnast í trunka og geva til kennar, at teir ætla at stríðast fyri søkini. Kosovo gevur bóltin upp.

-

Lagið er gott kring vøllin, nú spælararnir fara av vøllinum at hvíla seg og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik.

Støðan er framvegis málleysur javnleikur. Heimaliðið hevur havt bóltin væl meiri, og álopini eru myndað í borðunum og við innleggum. Tað hevur kortini ongantíð verið heilt vandamikið, tí Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad hava saman við Gunnari Nielsen í málinum verið ráðandi í brotsteiginum.

 

Fram ímóti steðginum var føroyska samanspælið betri, enn tað var fyrsta hálva tíman, tá ið tað var fjáltur á.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

45) 0-0

Sonni Ragnar Nattestad kiksar, tá ið hann roynir at sparka burtur. Støðan verður vandamikil, men so endar tað við, at Kaj Leo í Bartalsstovu fer einsamallur í mótálop. Tríggir eru kring hann, tá ið hann úr 22 metrum smekkar til, og bólturin fer skeivu megin stólpan.

 

41) 0-0

Síðstu løtuna hevur tað verið meiri bit, tyngd og broddur í føroyska avrikinum.

 

40) 0-0

Gunnar Nielsen sparkar langt fram á Kosovo hálvuna. Gilli Rólantsson snittar bóltin til Brand Hendriksson, sum smekkar til, men bólturin fer væl við síðuna av málinum.

 

38) 0-0

Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson spæla seg fínt ígjøgnum í vinstru, Jóan Símun leggur út frá baklinjuni, og tað er um reppið, at Bárður Hendriksson sleppur framat.

 

36) 0-0

Besta føroyska samanspælið í høgru, har Kaj Leo í Bartalsstovu er eyðsýndur, endar við, at Føroyar vinna horna, sum einki spyrst burturur.

 

35) 0-0

Kosovo vinnur horna í vinstru, men tá ið tað verður lagt innfyri, eru føroyingarnir aftur sannførandi í egnum brotsteigi.

 

33) 0-0

GULT KORT. Jóan Símun Edmundsson fyri fríspark frammarlaga á vøllinum.

 

32) 0-0

Hallur Hansson kennist vera ørkymlaður, tí hann sær ongan møguleika at samanspæla við liðfelagar, ið ikki bjóða seg til.

 

30) 0-0

Tað kennist strongt, at føroysku spælararnir alla tíðina renna aftaná. Tá ið bólturin endiliga er á føroyskum fótum, so gongur bara lítil løta, so hevur heimaliðið aftur fatur á honum. Føroyingar hava gott tak á tí, tá ið heimamenninir leggja innfyri í føroyska brotsteigin.

 

27) 0-0

Aserbadjan hevur javnað til 1-1 ímóti Malta.

René S. Joensen ger fríspark í høgru og eitt sindur aftanfyri miðstrikuna. Eftir framleggingina úr vinstru endar tað við skoti av brotsteigarmarkinum, men Sonni Ragnar Nattestad ofrar seg fullkomuliga, og so er vandin av í hesum førinum.

 

26) 0-0

Í 68 prosentum av tíðini hevur bólturin verið hjá heimaliðnum. Eingin ivi er um, at Kosovo er betri fótbóltslið enn Malta, sum Føroyar fríggjakvøldið vunnu 3-1 ímóti.

 

23) 0-0

Tað gongur striltið hjá føroyingunum at fáa frið í spæli. Nú hava heimamenninir betri tak á spælinum.

 

21) 0-0

Føroyar missa í uppspæli, og so er tað heilt vandamikið í vinstru, men bólturin verður sendur framvið handara stólpa, og tað endar við føroyskum málsparki.

 

19) 0-0

Sera skjóti Milot Rashica vinnur horna í høgru, Amir Rrahmani stútar, men bólturin fer omanfyri føroyska málið.

 

18) 0-0

Gilli Rólantsson vinnur fríspark frammanfyri miðstrikuna í vinstru, Brandur Hendriksson leggur innfyri, men tað spyrst einki burturúr.

 

17) 0-0

Kaj Leo í Bartalsstovu dugir væl at vinna fríspark í høgru, Atli Gregersen leggur fram í brotsteigin, men tað spyrst einki burturúr.

 

14) 0-0

Tað eru 23 hitastig, stilt og klárt og harvið eru líkindini og umstøðurnar at spæla fótbólt av teimum fagrastu.

 

12) 0-0

Samstundis sum hesin dysturin verður spældur, dystast Malta og Aserbadjan. Har hevur Malta lagt seg framum 1-0. Tað er ikki so galið fyri Føroyar.

 

11) 0-0

Síðstu tríggjar minuttirnar hevur bólturin verið á føroyskum fótum.

 

09) 0-0

Brandur Hendriksson roynir seg við frísparki, og bólturin fer dygst omanfyri handaru samankoming.

 

09) 0-0

Gilli Rólantsson brýtur ígjøgnum í vinstru, og tað endar við, at Brandur Hendriksson vinnur fríspark um brotsteigarsamankomingina í vinstru.

 

08) 0-0

Heimamenninir hava bóltin fyri tað mesta, men enn hevur talan ikki verið um trýst á føroyska málið.

 

06) 0-0

Kosovo spælir seg til baklinjuna í høgru - tað er tann sera skjóti Milot Rashica - har tað bara sjey metrar úr málinum verður lagt útfrá. Sonni Ragnar Nattestad taklar út til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

05) 0-0

Hallur Hansson ger aftur fríspark og steðgar álopi. Næstu ferð verður tað gult.

 

03) 0-0

Hallur Hansson ger fríspark, og dómarin bríkslar og ger greitt, at soleiðis skal Hallur ikki halda fram.

 

02) 0-0

Føroyar vinna innkast frammarlaga í vinstru. Gilli Rólantsson kastar langt, støðan er spent, men tað endar við málsparki.

 

01) 0-0

Føroyar geva bóltin upp.

 

00)

Føroyingarnir eru í hvítum troyggjum, hvítum buksum og hvítum hosum. Tølini eru reyð.

Heimaliðið er í bláum - tølini eru gul.

 

00)

Tað sæst, hoyrist og kennist so ógvuliga væl, at tað er ikki bara fótbóltur, sum stendur uppá spæl hjá heimaliðnum. Tað snýr seg um tjóðskaparkenslu og at stríðast fyri føðilandið. Tað kennist millum áskoðararnar og á spælarunum.

 

00)

Liðini eru komin á vøllin og nú verða tjóðsangirnir spældir - fyrst Tú alfagra land mítt - og spælararnir stemma í og syngja av hjarta.

 

00)

Einasti nýggi maður millum teir fyrstu ellivu á føroyska liðnum er Kaj Leo í Bartalsstovu, sum avloysir Sølva Vatnhamar á framrættaða plássinum í høgru.

 

00)

Hetta er fyrsti kappingardystur, sum Kosovo, ið er heilt nýtt í altjóða fótbólti, spælir á heimavølli. Í undanfarnu HM undankapping spældi Kosovo sínar heimadystir í Albania.

 

Kosovo – Føroyar kl. 19.45

Á Fadil Vokrri stadion í Pristina í Kosovo

Dómarabólkur úr Belgia: Bart Vertenten, Rien Vanyzere, Thibaud Nijssen, Lawrence Visser, Bram Van Driessche og Yves De Neve

Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland – Gunnar Vatnhamar, Víkingur, Atli Gregersen, liðformaður, Víkingur,  Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens Danmark, Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark – René Schak Joensen, Grindavík Ísland, Hallur Hansson, AC Horsens Danmark – Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV Ísland Víkingur, Brandur Hendriksson Olsen, FH Ísland, Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann Noreg - Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld Týskland

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, HB, Kristian Joensen, KÍ, Odmar Færø, B36, Jógvan Rói Davidsen, HB, Alex Mellemgaard, B36, Magnus Egilsson, HB, Tróndur Jensen, HB, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Noreg, Klæmint A. Olsen, NSÍ, Finnur Justinussen, Næstved BK Danmark, Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen