Nú kl.19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið HM-undankappingardyst á Tórsvølli ímóti Luksemburg. Hetta er fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum í hesum bólkinum, sum verður spældur í Føroyum næstu dagarnar.
Fyrr í dag dystaðust hini bæði londini í bólkinum, Turkaland og Montenegro. Hendan dystin vann Turkaland trygt 3-0.
Les eisini: Turkaland vann fyrsta dystin
Nógv verður gjørt burturúr dystunum hjá føroysku kvinnunum, og tilber at fylgja dystinum á alskyns pallum.
Lurta eftir dystinum beinleiðis á Rás2 við at trýsta HER.
Hygg at dystinum beinleiðis á FSF-Varpinum við at trýsta HER.
Hygg at dystinum beinleiðis á KVF vði at trýsta HER.










