Beinhørð kapping um pelagisku rávøruna

Nú íslendingar hava í hyggju at byggja ídnaðarvirki í Hetlandi, og norðmenn á sama hátt liggja framvið í Írlandi, samstundis sum donsk virkir fáa minni av nebbasild, bendir alt á, at kappingin um svartkjaftin verður beinhørð

Ídnaðarvirkir

Einki stendur í stað. Tað ger kappingin um pelagisku rávøruna heldur ikki. Bæði íslendingar og norðmenn liggja nú fram við at byggja ídnaðarvirkir í ávikavist Hetlandi og Írlandi.
Íslendsku ætlaninar í Hetlandi eru ikki nýggjar, men liggja helst eini tvey ár afturi í tíðini.
- Hetta er nýtt vín í gomlum fløskum, siga føroyskir eygleiðarar.
Fleiri smærri ídnaðarvirki, sum framleiða mjøl og lýsi, eru í Íslandi, og nú er so æltanin hjá íslendingum at flyta útbúna úr Íslandi niður til Hetlands, um myndugleikarnir har eru sinnaðir at geva rúm fyri einum slíkum virki.
- Vilja tit byggja atløgubryggju og pier, kunnu vit seta eina verksmiðju, sum gevur nógv arbeiði, upp á havnalagnum, tykjast íslendingar siga.
Teir eru "snildir"  sæð í positivum ljósi, og tað eru tey, sum halda, at teir partvís hava í hyggju at gera sær dælt av stuðli, sum ES veitir útjaðaraøkjum.

Ikki so einfalt
Eygleiðarar í Føroyum, sum kenna til framleiðslu av mjøli og lýsi, halda tó ikki, at íslendsku ætlaninar í Hetlandi eru so einfaldar kortini. Skal eitt slíkt virki verða kappingarført og hava eina líkinda framleiðsluorku, er neyðugt við stórum og dýrum íløgum, sum skulu forrentast.
Sum skilst, ganga íslendsku ætlaninar í Hetlandi ikki sum "smurt breyð", tí ein ávís mótstøða hevur víst seg at vera frá lokalum fólki og umhvørvisfólki.
Í Noregi eru eisini fleiri ídnaðarvirki, sum framleiða mjøl og lýsi, og ætlanin hjá norskum íleggjarum er, at eitt nýtt ídnaðarvirki skal standa upp í Írlandi um eitt ella tvey ár.
Eisini í norsku ætlanini, halda føroyskir eygleiðarar, at talan partvís er um at gera sær dælt av ES-stuðli.

Hørð kapping
Uttan mun til, hvat liggur aftanfyri ætlaninar hjá íslendingum og norðmonnum í ávikavist Hetlandi og Írlandi, skerst ikki burtur, at kappingin um pelagisku rávøruna kann gerast rættiliga hørð - ja, gróthørð.
Hugskotið um at leggja hesar verksmiðjur í Írlandi og Hetlandi botnar í, at verksmiðjurnar geografiskt koma at liggja væl fyri, tá ið svartkjafturin fyrst í árinum vanliga tekur seg upp har suðuri á leiðini.
- Tað verður stytri hjá skipunum at sigla, og nú oljan er so dýr, hevur hetta sjálvsagt stóran týdning, eins og tað hevur týdning í góðari fiskitíð, sum hendan tíðin er, ikki at missa ov nógva tíð.
Eygleiðarar dylja ikki, at verða íslendsku og norsku ætlaninar framdar, kemur hetta at gera, at kappingin um svartkjaftin kann gerast rættiliga hørð.
- Donsku ídnaðarvirkini koma avgjørt eisini at blanda seg upp í kappingina, nú so lítil nebbasild er at fáa  og hetta vilja norðmenn ikki lata á sær sita.

Effektiviteturin
At svartkjafturin í størri mun verður kvoteraður, og ein partur av pelagisku fiskasløgunum, eitt nú sildini, verður landaður til matna, kemur eisini at gera sítt til, at áhugin fyri ídnaðarfiskinum, sum fer til mjøl og lýsi, veksur.
- Neyðugt er tí at verða effektivur, um tú skalt standa teg í kappingini, og tað kostar við stórum íløgum, siga føroyskir eygleiðarar.
Sosialurin royndi í morgun at fáa eina viðmerking frá Bergi Poulsen, stjóra á Havsbrún, men Bergur er í løtuni uttanlands.