Risin í týskum fótbólti, Bayern Munchen, skal hava nýggjan venjara. Felagið hevur í dag kunngjørt, at italski Carlo Ancelotti er koyrdur, eftir at felagið í gjár tapti 3-0 fyri PSG í Champions League.
Tað hevur gingið illa hjá Bayern Munchen í ár. Carlo Ancelotti hevur millum annað spælt seg ókláran við royndar spælarar sum Arjen Robben, Thomas Muller og Franck Ribery. Altjóða miðlar sum BBC og Sky Sports skriva, at tað hevur skapt ein ringan stemning í hópinum.
Bayern Munchen hevur hvat kreppufund í dag og valt at koyra venjaran. Millum favorittarnar hjá veddingarfyritøkunum at taka yvir, eru Julian Nagelsmann (Hoffenheim) og Thomas Tuchel, sum er fyrrverandi venjari hjá Borussia Dortmund. Eitt annað stórt navn, sum verður nevnt í týskum miðlum er venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp. Hann hevur langtíðarsáttmála við Liverpool.