Bayern hevur flest av teimum bestu

Ikki óvæntað eigur Bayern München bulin av ársins liði í Europa

 

 

Tað er stóra franska ítróttablaðið, L’Équipe, sum hevur sett saman ársins lið í Europa, og hetta telur ikki færri enn fimm spælarar frá týska stórfelagnum, sum í ár hevur vunnið mest sum alt, ið vinnast kann.

 

Liðið hjá franska blaðnum sær soleiðis út:

 

Málmaður: Manuel Neuer (Bayern München)

 

Verja: Philipp Lahm (Bayern München), Vincent Kompany (Manchester City), Thiago Silva (Paris Saint-Germain), Jordi Alba (Barcelona)

 

Miðvøllur: Yaya Touré (Manchester City), Bastian Schweinsteiger (Bayern München), Thomas Müller (Bayern München) Franck Ribéry (Bayern München)

 

Álop: Lionel Messi (Barcelona), Cristiano Ronaldo (Real Madrid)

 

Tá liðið fyri 2012 varð sett, vóru fimm spanskir spælarar við. Ikki minst var Barcelona tá væl umboðað. Nú er tað so Bayern München, sum eigur bulin á liðnum, og tað er ikki heilt óvæntað, tá hugsað verður úrslitini, sum teir hava fingið í ár.