Í dag verður almenn móttøka í sambandi við, at Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu hevur 50 ár á baki sum kommunalur stovnur 50 ára haldið byrjar í Eikilund á skúlanum í Kongagøtu klokkan 15( nýggjasti partur av Kommunuskúlanum.) Aftaná verður opið hús, myndaframsýning og drekkamunnur á tannlæknastovuni í Tórsgøtu, og tiltakið endar klokkan 17.
Í dag eru knappliga 5.000 børn í aldrinum 0-16 ár í Suðurstreymoy, sum fáa tilboð um tannrøkt. Starvsfólkini á barnatannrøktini eru 20 í tali, harav fimm tannlæknar og tveir tanneøktarar.
Tað er líkt til, at barnatannrøktin er eitt gott arbeiðspláss, tí fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt har í bæði 20, 25, 30, 35 og 40 ár. Eisini leiðararnir hava trivist væl, tí hesi 50 árini hevur barnatannrøktin havt tveir leiðarar. Tann fyrri Erling Simonsen, sum røkti starvið 1959 til 1996, og síðani hann fór frá, hevur Sigrid Arge verið leiðari.