Barnaheimið tekur ikki ímóti smábørnum

Fyri fyrstu ferð kunnu smábørn ikki koma á Barnaheimið. Ikki tí, at eingin tørvur er á Barnaheiminum, men tí at barnaverndir velja fosturfamiljur fram um Barnaheimið.

- Barnaverndirnar, sum hava ábyrgdina av skilinum, mugu finna aðrar loysnir fyri børn, ið hava brúk fyri hjálp, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Barnaheiminum

 

BARNALÍV

 

Um nakrar vikur letur smábarnadeildin á Føroya Barnaheimi aftur. Ikki tí, at tað er betri at vera barn í Føroyum, men sum eitt úrslit av miðvísa arbeiðnum hjá barnaverndum kring landið, sum heldur senda børn í fosturfamiljur enn á barnaheimið.

 

Í løtuni eru fýra børn á Barnaheiminum, og øll eru á deildini fyri størri børn. Nú smábarnadeildin letur aftur, mugu seks starvsfólk sigast úr starvi og onnur setast í niðursetta tíð. Hetta eru øll dugnalig og væl skúlað fólk, sum hvør á sínum øki hava fingið serútbúgving innan økið.

 

- Hetta er ógvuliga harmiligt og í grundini ein ræðulig støða at vera í. Einasta barnaheimið í vesturheiminum, sum ikki tekur ímóti smábørnum. Allur serkunnleikin, sum er bygdur upp og sum hevur kostað samfelagnum nógvar pengar, fer nú fyri skjeyti. Ikki tí, at tað ikki er brúk fyri honum, men tí hann ikki verður brúktur, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Barnaheiminum.

 

Hyggja vit í bløðini, síggja við hópin av lýsingum, har lýst verður eftir fosturfamiljum. Alt gott um fosturfamiljur, sum í flestu førum kýta seg til uppgávuna. Nógvar virka væl og børnini fáa tað gott. Men í heilt nógvum førum tørvar barninum, sum hevur verið fyri vantandi umsorgan alt lívið, viðgerð av fakfólki. Fosturfamiljurnar eru ikki útbúnar til uppgávuna og duga tískil ikki at skyna á, hvønn tørv barnið hevur, tey hava fingið til fosturs. Á Barnaheiminum var eisini pláss fyri familjum, sum kundu koma til eygleiðingar og vegleiðingar, men tann møguleikin er ikki longur.

 

- Sum fakfólk byggja vit børn, sum hava verið úti fyri líkum og ólíkum, uppaftur, læra tey at stóla uppá vaksin fólk aftur og at knýta seg til onnur. Uttan hesa viðgerðina eru børnini ikki før fyri at taka ímóti nærveruni, sum ein fosturfamilja kann geva teimum. Vit arbeiða eisini við at finna skikkaðar fosturfamiljur, sigur Mirjam Johannesen.

 

Avleiðingarnar av afturlatingini verða ovurhondsstórar. Børn, sum áður eru komin akutt á Barnaheimið, tí mamman ella pápin hava gloymt at heinta tað í vøggustovuni, ella tí tey av øðrum grundum eru svikin, kunnu ikki vera á Barnaheiminum longur enn tvær vikur framyvir, og tá mugu tey vera á deildini fyri størri børn.

 

- Barnaverndirnar, sum hava ábyrgdina av hesum skilinum, mugu so finna aðrar loysnir fyri hesi børnini, sigur Mirjam Johannesen.

 

Almanna- og heilsumálastýrið er kunnað um støðuna. Haðani eru komin boð um at siga starvsfólkunum á smábarnadeildini upp.

 

- Eg rokni ikki við, at myndugleikarnir eru greiðir yvir avleiðingarnar av, at smábarnadeildin letur aftur.

 

Virkandi leiðarin á Barnaheiminum sigur, at grundin til, at barnaverndir velja fosturfamiljur heldur enn at lata børn á Barnaheimið, er, at so er trupulleikin loystur her og nú. At síggja til.

 

- Tá ið børn koma á Barnaheimið, krevja vit av barnaverndunum eitt áhaldandi og framhaldandi samstarv. Hetta kann tykjast sum ein ov stór byrða fyri barnaverndirnar, sum framman undan hava nógv mál at arbeiða við.

 

Mirjam Johannesen veit frá barnaverndum kring landið, sum eru illa við um støðuna og sum tíðum venda sær til barnaheimið eftir hjálp.

 

- Fleiri siga, at tær ikki kunna gera arbeiðið nóg gott, um smábarnadeildin letur aftur. Men vit kunnu ikki siga annað, at vit fáa ikki longur hjálpt teimum longur.