Ein tann týdningarmesta íløgan fyri at ein býur ella ein bygd kann fjølgast, er at tryggja børnunum og barnafamiljum góðar umstøður - góðar dagstovnar. Í Kollafirði hava umstøðurnar á báðum dagstovnunum verið út av lagi vánaligar í nógv, nógv ár. So vánaligar, at tað gevur onga meining at bøta um verandi stovnar.
Meirilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og sambandsflokkuirn hevur tí arbeitt við at gera nýggjan dagstovn í Kollafirði, og nú er klárt at fara til verka. Verkætlanin hevur verið boðin út, og samráðingar hava verið við lægsta tilboðsgevara um sáttmála. Vit hava tryggjað verkætlanini neyðuga fígging, og tað hevur harafturat eydnast at fáa fígging til at stovnurin kann verða hitaður við jarðhita, ið er ein umhvørvisvinarlig og varandi orkukelda.
Í kvøld samtykti býráðið at taka undir við Mentamálanevndini at útvega neyðugu játtanarkarmarnar til at farið kann vera undir at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði til 80 børn. Verkætlanin væntast at taka uml. 13 mánaðir at byggja.
Tað eru góð tíðindi, at tað í hesum døgum verður bygdur nýggjur dagstovnur í Havn – ein nýumvæld Birkilund til uml. 100 børn, og ein nýggjan dagstovn í Kollafirði til 80 børn.
Sum forkvinna í Mentamálanevndini fegnist eg um, at so góðar og framskygdar íløgur verða gjørdar í allari kommununi. Tað er vegurin til trivnað og fólkavøkstur.
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna í mentamálanevnd Býráðsins.










